Í vælferðarstatinum eiga mammur ikki at velja millum breyð og blæur

Tað var hugstoytt at síggja innslagið í Degi & Viku í farnu viku um smábarnaforeldrini, sum vóru so mikið fíggjarliga sperd, at tey noyddust at velja millum breyð og blæur, tá komið var móti endanum av mánanum.

 

Søgan er uttan iva talandi fyri ta støðu, sum alt ov nógvar barnafamiljur og onnur standa í løtuni. 

At tað er ringt at fáa endarnar at røkka saman. At oljurokningin og húsaleigan fer við tí fíggjarliga rásarúmið, sum annars var. At príshækkingin á gerandisvørum tvingar familjur at taka tungar avgerðir. 

Men støðan er í grundini eisini talandi fyri ta leið, sum vælferðarstaturin er farin seinastu áratíggjuni. At tey, sum longu høvdu nógv, hava fingið meira. At tað er vorðið dýrari at vera fátækur. 

At tað er vorðið longri millum liðini í samfelagnum. At límið, sum einaferð bant samfelagsklassarnar saman, nú er stadnað og upployst. 

 

Støðan tann sama í øðrum Norðanlondum

At tað er vorðið dýrari at eiga lítið er tó ikki nakað serføroyskt fyribrigdi. Í hinum norðurlendsku vælferðarstatunum sæst sama mynstur. Arbeiðarin og fólk við lágum inntøkum verða rikin úr stórbýnum, tí kostnaðarstøðið og húsaleigan gera tað ógjørligt at klára seg við eini vanligari løn. Í Keypmannahavn lækkar talið á almennum leigubústaðum og øðrum bíligum bústøðum í mun til dýrar eigaraíbúðir. Fyri 20 árum síðani hoyrdu 40% av íbúgvunum til arbeiðaraklassan. Í dag er talið bert 19%. 

Í Stockholm er støðan á bústaðarmarknaðinum enn verri. Og allastaðni í norðurlondum eru tað tey, sum hava minst, ið merkja avleiðingarnar av, at vælferðarstaturin hevur trekt seg aftur. 

Almannaveitingar eru lækkaðar í mun til kostnaðarstøðið og gerast á hvørjum ári alsamt meira treytaðar. Treytaðar av, at tú søkir størv, sum tú ongan kjans hevur at fáa. Treytaðar av, at tú spælir við í einum spæli, tú ongan kjans hevur at vinna.

Tey, sum detta niður ímillum í arbeiðsloysi, sjúku ella annað gerast alsamt truplari at lofta. Annaðhvørt tí tær alsamt meira privatiseraðu skipanirnar ikki megna at lofta teimum. Ella tí vit snøgt sagt ikki hava hug at lofta teimum. 

Tí samfelagssáttmálin er grundleggjandi broyttur seinastu áratíggjuni. Tað var einaferð soleiðis, at um tú gjørdi títt, so gjørdi skipanin sítt. Í dag spyr skipanin í staðin, um tú ikki kanst gera meir. 

Men tey allar flestu, sum standa í hesi støðuni, kunnu ikki gera meir. 

 

Tað var í veruleikan hetta, seinasta løgtingsval snúði seg um

Mest ikoniska sloganið frá seinasta løgtingsvali var helst, at familjan skuldi fáa tað so gott, tá vinnan hevði tað gott. Og at Føroyar skuldu blomstra í hjúnabandinum millum vinnu og kjarnufamilju. Millum matpakkar og matframleiðslu.

Og tað sær út til, at vinnan hevur tað gott. Vit hava at kalla einki arbeiðsloysi, búskaparligi framburðurin heldur fram, og føroyskar fyritøkur tykjast at framleiða og útflyta meira enn nakrantíð. 

Men tá mann setir fólk at hava ábyrgd av vælferðarstatinum, sum ikki vita, hvaðani hann er komin, hvussu nógv hann kostar, og hvat tað eru fyri mekanismur, sum gera, at hann yvirhøvur er møguligur, tá kann nógv enda galið.

Til dømis, at landsstýrið ikki torir at nema við inntøkusíðuna hjá landinum, og tískil hevur undirskot í søguliga góðum búskapartíðum. At landið ikki torir at taka tað inn, sum tað kostar at reka kjarnutænastur. At landið einki hevur at seta av til verri tíðir. 

Til dømis, at landsstýrið smildraði eina fíggjarliga burðardygga og sosialt rættvísa pensjónsnýskipan, soleiðis at teir pensjónistar, sum longu hava nokk, nú kunnu fáa enn meira. 

Til dømis, at landsstýrið í trý ár hevur transformerað Bústaðir til eitt vinnupolitiskt experiment við avkastkravi, sum fer at gera húsaleigurnar enn dýrari. Og sum hevur úrslitað í, at almenna íbúðarbyggingin at kalla hevur ligið lamin.

Og hvat er so á skrá til fíggjarliga sperdu barnafamiljurnar?

Eitt oljuískoyti. Sum ikki er klárt enn. Eitt oljuískoyti og einki meira.

Í grannalondunum verða veruligir hjálparpakkar rullaðir út. Tí stjórnir reagera uppá, at fólk mugu velja millum el, hita ella mat. Millum blæur og breyð.

Tá korona herjaði gekk skjótari at fáa hjálparpakkarnar út gjøgnum dyrnar í Tinganesi. 

Men tá var tað jú sjálvandi vinnuligir hjálparpakkar. Og alt gott um tað.

Tí um vinnan hevur tað gott, hava familjurnar tað gott.

Ella hvussu var tað nú, tað var? 

Kanska tað í veruleikanum er:

Um tann eini hevur nokk, er líkamikið við hinum. 

Tí um tú hevur nokk av breyði, tørvar tær ikki blæur.

 

Jóan Pauli Dahl Jakobsen