ÍBV vann aðru hálvfinaluna aftaná longda leiktíð

ÍBV var aftanfyri 12-20 og 22-27, men megnaði javnleik 27-27, og sigraði aftaná longda leiktíð

Janus Dam Djurhuus, Dánjal Ragnarsson og liðfelagarnir í ÍBV vunnu í kvøld ein ótrúligan sigur í aðru hálvfinaluni í endaspælinum í bestu íslendsku hondbóltsdeildini.

 

ÍBV tók ímóti FH á heimavølli í kvøld. Í steðginum var FH á odda 16-11, og tíðliga í seinna hálvleiki var FH á odda 20-12. Fáar minuttir undan dystarenda var FH á odda 27-22. Men seinastu løtuna megnaði ÍBV at knógva ein javnleik 27-27, og harvið longda leiktíð.

 

Í longdu leiktíðini var ÍBV omaná, og vann dystin 31-29. Janus og Dánjal skutu eitt mál hvør.

 

Tað sær nú gott út hjá ÍBV, ið er á odda 2-0 í hálvfinaluuppgerðunum. ÍBV hevur sostatt tríggjar "match-bóltar", har spælt verður best av fimm dystum. Liðini hittast aftur komandi mikukvøld í Hafnarfirði. Vinnur ÍBV tann dystin hava teir vunnið seg í finalurnar.