Dánjal Ragnarsson, Janus Dam Djurhuus og liðfelagarnir í ÍBV spældu í kvøld dyst á útivølli móti ÍR í bestu íslendsku hondbóltsdeildini.
ÍBV vann ein greiðan 35-28 sigur. Í steðginum var ÍBV á odda 21-16.
Dánjal skoraði trý mál fyri ÍBV í kvøld.
ÍBV er nummar trý í deildini við sama stigatali sum nummar tvey, FH. Bæði liðini hava 24 stig hvør. Valur er langt fremst í deildini við 33 stigum.
Komandi fríggjakvøld tekur ÍBV móti Fram á heimavølli.