Avlopið hjá íslendska flogfelagnum Icelandair var í fjør 293 milliónir krónur, og tað var ein lítil helvt av avlopinum í 2016. Tað skrivar Check-in.
Icelandair vaks um umsetningin við 10 prosetnum upp í 8,5 milliardir krónur, men tað lá minni eftir í kassanum hjá felagnum, tá ið allar útreiðslur vóru goldnar.
– Kappingin er hørð á øllum okkara marknaðnum, sigur Bjørgólfur Jóhansson, stjóri í Icelandair sambært Check-in.
Alt fleiri flogfeløg bjóða seg fram á farleiðum til Íslands, og tað hevur lagt trýst á prísirnar. Í ár fara 27 flogfeløg at flúgva til og úr Íslandi, og ein tíggjundapartur av hesari ferðslu verður við lágprísflogfeløgum.
Kappingin ávirkar miðalprísin á flogferðaseðlum, og tað hevur fingið Icelandair at umskipa og rationalisera umsitingina í felagnum.
Nú ársroknskapirnir hjá øllum teimum norðurlendsku flogfeløgunum fyri 2017 eru kunngjørdir, er greitt, at Finnair stóð seg best av flogfeløgunum, sum eru á partabrævamarknaðinum.