ÍF er flutt niður

NSÍ er við sigri í Fuglafirði á europeiskum plássi

NSÍ styrkti í dag við 5-2 sigri í Fuglafirði um sína støðu í kappingini um europeiskt pláss

So er tað staðfest. Næsta ár verður tað leygardagsfótbóltur í Fløtugerði í Fuglafirði.

 

ÍF hevur leingi havt knívin á barkanum, og í dag gekk tað ikki longur. ÍF hevur í hesum umfarinum verið trý ár í bestu deildini. Í 2019 var ÍF aftast við seks stigum. Tá var eingin niðurflyting, so ÍF helt fram í bestu deildini í fjør, tá ið úrtøkan var 26 stig og endastøðan nummar seks.

 

ÍF hevði í dag vitjan av NSÍ, og gestirnir eru á veg úr Fuglafirði við 4-2 sigri.

 

Úrslitið ber við sær, ÍF við 16 stigum ikki hevur møguleika at røkka áttanda plássinum, sum tað er neyðugt at røkka fyri at sleppa undan niðurflytingini.

 

Jørgen Nielsen, sum í dag var millum teir fyrstu ellivu, setti hol á, tá ið fimm minuttir vóru farnir. Uppleggið átti álopsfelagi hansara Klæmint A. Olsen.

 

ÍF javnaði dygst undan steðginum. Málskjútti til 1-1 var Tóri Nolsøe Olsen, sum tíggju minuttir undan steðginum avloysti Ara Ó. Ellingsgaard, ið noyddist skaddur av vøllinum.

 

Sjey minuttir eftir steðgin legði Aron Knudsen, sum í dag var sentralur miðvallari, NSÍ framum aftur. Hann var leysur í brotsteiginum, og bólturin tók í ein mótstøðumann og snýtti Jákup Nolsøe Olsen í ÍF málinum.

 

Tað kom av álvara spenningur í aftur, tá ið Emil Weihe Joensen eftir diagonalsending úr vinstru og úr spískum í høgru smekkaði bóltin inn við nærra stólpa, og so var 2-2.

 

Men fram ímóti dystarenda skoraði Jacob Trenskow 3-2 málið fyri NSÍ. Tað var eftir sending úr vinstru frá innskifta Búa Egilsson, og innskifti Búi Egilsson átti við sending úr vinstru eisini uppleggið, tá ið Klæmint A. Olsen staðfesti sigurin við at skora bæði til 4-2 og 5-2 til NSÍ.

 

ÍF fer í síðsta umfari at spæla í høvuðsstaðnum ímóti HB.

 

NSÍ fær leygardagin vitjan av B36, sum ikki spældi í dag, tí liðið er rakt av korounu.

 

Uttan mun til, hvussu úrslitið verður í dystinum millum B36 og Víking, so er tað nú greitt, at NSÍ og B36 fara at spæla um pláss í europeiskari kapping næsta summar.

 

 

 

ÍF – NSÍ 2-5 (1-1)

 

0-1: Jørgen Nielsen

 

1-1: Tóri Nolsøe Olsen

 

1-2: Aron Kundsen

 

2-2: Emil Weihe Joensen

 

2-3: Jacob Trenskow

 

2-4: Klæmint A. Olsen

 

2-5: Klæmint A. Olsen

 

Dómari: Rúni Olsen

 

ÍF: Jákup Nolsøe Olsen – Elias J. Lervig, Steinbjørn Olsen, Jens Joensen, Jan Ó. Ellingsgaard, Ólavur Niclasen – Emil Weihe Joensen, Jóhann Højbro, Bogi Reinert Petersen, Hans Jákup J. Lervig – Ari Ó. Ellingsgaard

 

NSÍ: Karstin Hansen – Mikkel Elbæk Jakobsen, Jákup Jakobsen, Oddur Á. Højgaard, Rógvi Egilstoft – Jacob Trenskow, Tróndur Jensen, Aron Knudsen, Pætur Turiðarson Skipanes – Klæmint A. Olsen, Jørgen Nielsen

 

NSÍ styrkti í dag við 5-2 sigri í Fuglafirði um sína støðu í kappingini um europeiskt pláss