ÍF fer til Klaksvíkar uttan fýra stuðulsspælarar

Fýra av lyklaspælarunum hjá ÍF sóu í kvøld kort í Sørvági, sum hava við sær, at teir sunnudagin vera leikbannaðir

ÍF tapti í kvøld 1-0 á útivølli ímóti 07 Vestur. Tað var øgiliga stórt vónbrot hjá fuglfirðingum, sum allan seinna hálvleik vóru undirmannaðir, tí Bogi Reinert Petersen fýra minuttir undan steðginum sá beinleiðis reytt kort.

 

Reyða kortið ber við sær, at Bogi Reinert Petersen, sum er ein av lyklaspælarunum hjá ÍF, verður leikbannaður sunnudagin, tá ið ÍF skal til Klaksvíkar.

 

Tríggir ÍF spælarar sóu í kvøld gula kortið – miðverjarnir Jens Joensen og Jan Ó. Ellingsgaard og liðformaðurin Karl Løkin sum saman við Boga Reinert Petersen er lyklaspælari á sentrala miðvøllinum.

 

Felags fyri teir allar tríggjar – Jens, Jan og Karl – er, at teir í kvøld sóu gula kortið fyri fjórðu ferð í landskappingini.

 

Kortini í kvøld bera við sær, at allir hesir fýra vera leikbannaðir sunnudagin, tá ið ÍF fer til Klaksvíkar.