ÍF flytur fyri orkestrinum

Longu klokkan 14 verður lyklauppgerðin í kappingini um at sleppa undan niðurflyting

Føroya Symfoniorkestur hevur konsert í Mentanarhúsinum í Fuglafirði í dag. Tað er klokkan 16. Sunnudagsdystirnir í Fuglafirði plaga at vera klokkan 15, men í dag verður fyrsta bríksl klokkan 15. Tað verður sagt, at orsøkin fyri, at dysturin er framskundaður, er konsertin í Mentanarhúsinum.

 

Í Fløtugerði verður AB gestur hjá fuglfirðingum. ÍF er niðast og AB er næstniðast á støðutalvuni. Fyri viku síðani vann AB greiðan heimasigur ímóti TB, sum er á áttanda plássi, meðan ÍF tapti greitt á heimavølli ímóti 07 Vestur.

 

Í 2. umfari vann ÍF 2-0 á heimavølli ímóti AB, og í 13. umfari vann AB vann 2-0 á heimavølli ímóti ÍF.

 

Hjá ÍF er liðformaðurin Karl Løkin tøkur aftur eftir leikbann. Tað er ivasamt, um álopsspælarin Jhon Perez Mena verður førur fyri at spæla. Ruben Møller Nielsen er leikbannaður, og Pól Jákup Lundsbjerg er skaddur.

 

Hjá AB er Sam Pollard leikbannaður, og Beinir Ellefsen er skaddur.