ÍF heldur kósina

1. DEILD: Í dag vunnu fuglfirðingar á heimavølli ímóti HB, sum í fyrra hálvleiki legði seg á odda

Fuglfirðingar vunnu í dag 3-1 á heimavølli í Fløtugerði ímóti teimum næstbestu hjá HB. Úrslitið ber við sær, at ÍF hevur 29 stig og væl og virðiliga heldur tørn um uppflytingarpláss.

 

HB kløkkaði heimaliðið, tá ið ein lítil hálvur tími var farin. Tá legði HB seg á odda 1-0. Málskjútti var 16 ára gamli Thomas B. Miezan. Hetta var aðru ferð í ár, at hann var málskjútti á næstbesta HB liðnum.

 

Fimm minuttir undan steðginum javnaði ÍF: málskjútti var Dánjal á Lakjuni. Tað var javnleikur, inntil tað restaðu 17 minuttir. Tá var tað innskifti Jóhan Petersen, sum legði ÍF á odda 2-1. Hann var komin á vøllin átta minuttir frammanundan, at hann skoraði.

 

Níggju minuttir undan leikloki staðfesti Hans Jákup Lervig 3-1 heimasigurin. Hetta var fimta málið hjá Hans Jákupi í ár.

 

Næsti dystur hjá ÍF verður á heimavølli ímóti grannunum í Víkingi. Tað verður hóskvøldið í næstu viku.

 

HB er á sjeynda plássi við 16 stigum. Næsti dystur hjá HB verður fríggjakvøldið í næstu viku á heimavølli ímóti grannunum í Undrið FF.