ÍF sigur farvæl á heimavølli

Tað kemur illa við hjá fuglfirðingum, at liðformaðurin er leikbannaður, nú plássið í fremstu røð stendur upp á spæl ímóti NSÍ, sum spælir fyri europeiskum atgongumerki

Tað verður oyggjauppgerð í Fløtugerði í Fuglafirði seinnapartin, tá ið NSÍ verður gestur hjá ÍF.

 

Dagsskráirnar eru heilt ymiskar.

 

Hjá ÍF snýr tað seg um at vinna og harvið at varðveita møguleikan at halda tørn um plássið í fremstu røð. Hetta er síðsti heimadysturin hjá ÍF í ár, og spurningurin er, um næsti heimadysturin verður í bestu ella næstbestu deildini.

 

Hjá ÍF kemur tað sera illa við, at liðformaðurin Karl Løkin ikki verður við í dag. Eftir reyða kortið á útivølli ímóti Víkingi er hann leikbannaður. Verjuspælarin Ólavur Niclasen er tøkur aftur eftir leikbann.

 

Hjá NSÍ snýr tað seg um at vinna og harvið at varðveita møguleikan at vinna atgongumerki til europeisku kappingina næsta summar, tá ið B36 leygardagin verður gestur í Runavík.

 

Verjuspælarin Oddur Á. Højgaard er tøkur aftur eftir leikbann, og verjuspælarin Jóhan Troest Davidsen hevur í fleiri vikur verið darvaður av knæskaða.