Arbeiðið við at verja aldagamla Múrin í Kirkjubø er nú farið í gongd, og mánadagin verður farið undir at seta stilladsið upp, sum skal verja og fjala Múrin í nøkur ár. Tað var í apríl mánaði, at landsstýrismaðurin í mentamálum gjørdi av, at verndartiltøk skulu setast í verk í Múrinum, og fyrsta varðveitingarstigið fevnir um tryggingar- og konserveringstiltøk. Bráðfeingis verjan verður sett yvir múrkrúnuna við tí endamáli at forða regni og vindi, og harvið fremja neyðuga spakuliga turking av múrverkinum.
Byggifelagið Guttesen & Staksberg hevur fingið uppgávuna at gera hetta arbeiðið. Tvídráttur hevur verið um, hvørji loyvi skulu fáast til vega til arbeiðið, sum er farið í gongd.
Vit meta, at øll neyðugu loyvini eru í lagi. Vit boðaðu Kirkjubøar kommunu frá, at vit ætlaðu okkum í gongd, og vit fingu svar frá kommununi, at tey hildu tað vera neyðugt við byggiloyvi. Men tað sýntist fyri okkum, at tað fór at taka ógvuliga langa tíð at fáa hesi loyvi og tí vendu vit okkum til kommunala eftirlitið í Landsstýrinum og spurdu, um tað var neyðugt. Og svarið vit hava fingið er, at tað er ikki neyðugt við byggiloyvi frá kommununi. Kommunala eftirlitið er tann stovnurin, sum hevur eftirlit við kommununum og hann skuldi vita, hvat tað snýr seg um. Og tað er tað, vit hava at halda okkum til, sigur Arne Thorsteinsson, landsantikvarur á Føroya Fornminnissavni.
Uttan mun til, hvør framtíðin hjá Múrinum verður, er arbeiðið vit nú eru í holt við avgerandi neyðugt. Tað er grundarlagið undir framtíðini hjá Múrinum. Og hóast Múrurin ikki er í katastrofalum standi kunnu vit ikki bíða við at fáa hetta gjørt, tí heldur gongdin og niðurbrótingin fram, dettur Múrurin um koll fyrr ella seinni, sigur Arne Thorsteinsson.
Óhoyrt
Mánadagin verður farið í gongd við at seta arbeiðsstilladsið upp í Múrinum.
Verður arbeiðið seinkað letur tað seg ikki gera í ár. Vit hava ikki varhugan av, at Kirkjubøar kommuna sýnir illvilja ímóti tí vit fara í gongd við við at siga at byggiloyvi er neyðugt. Eg kann ikki ímynda mær, at kommunan ger annað enn at halda seg til tær heimildir, sum hon metir seg hava og ikki blandar annað óviðkomandi uppí. Og tað rokni eg ikki við, at hon ger. Kommunan hevur fingið alt tilfar sendandi, sum hon hevur biðið um. At kommunan sigur, at byggiloyvi krevst til tað arbeiði, vit skulu gera, er óhoyrt og tað undrar okkum nógv. Tí hava vit spurt kommunala eftirlitið fyri. Skulu vit bíða eftir Kirkjubøar kommunu hevði tað tikið øgiliga langa tíð og ta tíðina hava vit ikki til taks, sigur Arne Thorsteinsson.
Partvís innilokað
Sjálv verjan, sum byggifelagið Guttesen & Staksberg skal seta á Múrin, er eitt timburskelett við plátum. Tað verður sett oman á múrkrúnuna og kemur niður til miðskeiðis á vindeyguni. Tískil verður Múrurin partvís innilokaður komandi árini.
Tá ið sjálvt konserveringsarbeiðið byrjar skal skelettið virka sum arbeiðsstillads. Tað arbeiðið verður komandi summrini. Sambært arbeiðsætlanini, ið fyriliggur, verður uppgávan hjá Guttesen & Staksberg liðugt í oktober mánaði, væl at merkja um vit ikki skulu bíða. Í grundini kunnu vit ikki bíða, tí vit kunnu ikki loyva okkum at fara undir veturin uttan at hetta er liðugt, sigur Arne Thorsteinsson.
Arbeiðið hjá Guttesen & Staksberg kostar undir eina millión krónur og hon er sett av á fíggjarlógini fyri í ár.