Ikki eiti á lønarhækking

Ein frágreiðing, sum svenska stjórnin kunngjørdi mánadagin, vísir, at stjórar og fólk í øðrum leiðandi størvum í svenska vinnulívinum hava fingið stóran lønarvøkstur tey seinastu árini.

Frágreiðingin vísir, at lønarmunurin ímillum tað vanliga arbeiðsfólkið og stjórarnar er vaksin nógv. Miðskeiðis í áttatiárunum var ein svensk stjóraløn í meðal millum fimm og tíggju ferðir so stór sum ein vanlig arbeiðaraløn. Í dag er hon 32 ferðir størri. Tað er eisini stórur munur á, hvussu nógv stjórarnir fáa. Ein stór fyritøka rindar ofta sínum stjóra einar tíggju milliónir svenskar krónur í løn og ymsum samsýningum, meðan stjórin í einari minni fyritøku fær millum eina og tvær milliónir krónur um árið.

Olle Rosander, sum hevur staðið fyri frágreiðingini, sigur við Svenska Dagbladet, at tað er serliga tey seinastu árini, at lønarmunurin hjá stjórunum og arbeiðsfólkinum er vorðin so stórur.