Ikki økja útreiðslurnar

Á samgongufundinum í gjár var semja um, at búskapurin er heitur, og at ansast skal eftir ikki at økja ov nógv um útreiðslurnar fyri komandi figgjarár Tað var við einum ávísum spenningi, at samgongulimir saman við landsstýrismonnum hittust á samgongufundi úti í Tinganesi í gjár.

Tað er eingin loyna, at nýggi fíggjarmálaráðharrin í ávísum førum ikki tykist hava drigið somu línu sum restin av samgonguni, men løgmaður sigur, at breið semja er í samgonguni um búskaparstøðuna.

- Vit vóru samdir um, at búskapurin er heitur í løtuni, um hann so er for heitur, er ein annar spurningur. Í hvussu er var semja um, at nú fíggjarlógararbeiðið kemur fyri, má ansast eftir, at vit ikki fáa ov stóra útreiðsluøking fyri 2008 í mun til verandi fíggjarár, sigur Jóannes Eidesgaard, løgmaður.

Hann sigur víðari, at semja er um, ikki at høgga til við sparingum, eins og heldur ikki verður lagt eftir nakrari einstakari verkætlan. Hetta sagt uttan at løgmaður beinleiðis nevnir Sandoyartunnilin.

Løgmaður vísir víðari á, at fíggjarmálaráðharrin hevur gjørt avtalu við kommunurnar um at ganga eftir somu gøtu sum landsstýrið, og ikki økja útreiðslurnar ov nógv fyri komandi fíggjarár.

- Kommunurnar standa jú fyri helminginum av samlaða búskapinum, og tí er neyðugt eisini at fáa tær við. Viðvíkjandi privata forbrúkinum er støðan ein onnur. Skulu vit tálma tí, verður neyðugt við politiskum inntrivum, og tað eru ongar ætlanir um, sigur Jóannes Eidesgaard, løgmaður.