Ikki øll børnini gingu gleðisgongu niðan á Fløtir

Næstan øll børnini í Skúlanum á Fløtum gingu gleðisgongu niðan í nýggja flotta skúlan. 

- Tey, sum ikki vóru við í gleðisgonguni eru serskúlabørnini, sum dagliga ganga í Gula Skúla. 

Hesi fara ístaðin at ganga gleðisgongu úr Gula Skúla og út í gamla Argjaskúla, har tey í næstum fáa fantastiskar læru- og menningarumstøður við svimjihyli, fimleikahøll, fótbóltsbana, náttúruperluni Sandágerð o.a.beint við. Hettar er avgjørt og stórt rós til býráðið fyri tað. 

Við hesum hevur Tórshavnar kommuna fingið ein sera góðan virðiligan serskúla á Argjum, sum ger eitt megnar arbeiði fyri børn, sum tørva sernámsfrøði og karmar uttanfyri fólkaskúlan  

MEN, tá tað so er sagt, so byrjar arbeiði nú at fáa serflokkar inn í Skúlan á Fløtum og allar hinar stóru skúlarnar í kommununi. 

Serflokkar eru fíggjaðir av landinum, men tað eru kommunurnar, ið skula útvega skúlastovurnar. 

– Hví skula børn í Tórshavnar kommunu ikki fáa sama tilboð sum børn kring alt landið fáa?? 

Býráðið hevur sovið í tímanum, og tí lat skúlin á Fløtum upp í dag uttan at serflokkastovur eru í skúlanum. 

Tíverri er sama galdandi á dagstovnaøkinum, har sera fá sertilboð eru. 

Tí skal serøkið bæði um- og uppraðfestast og námsfrøðingar kompetansulyftast. 

Tórshavnar kommuna skal verða ein góð kommuna fyri børn við serligum tørvi eisini.

Bjørg Dam,

valevni Javnaðarfloksins til býráðsvalið