Løgtingsmaðurin, Helgi Abrahamsen, skrivaði á sínum profili á Facebook fyrst í vikuni, at aðalstjórin í Almannaráðnum, Eyðun Mohr Hansen, var í Vágsbotni leygardagin til mótmælistiltakið í sambandi við, at landsstýrið biðir danir um at hækka ríkisstuðulin. Hetta hevði løgtingsmaðurin sæð í eini myndarøð, sum Dimmalætting hevði frá tiltakinum.
Viðmerkingin hjá Helga Abrahamsen var: ”O.k., so vita vit, hvar vit kunnu spara. Almannamál eru helvtin av fíggjarlógini, og um aðalstjórin heldur, at pengar ikki mangla, hví skulu vit onnur so?«??
Á profilinum finnast fleiri fólk at tingmanninum fyri hesa útsøgn, sum hann kortini verjir.
Mótmæla ikki
Stjórin í Almannamálaráðnum, Eyðun Mohr Hansen, er limur í Tænastumannafelagnum, har Meinhard Gaardlykke er formaður.
Meinhard Gaardlykke segði við Rás2 í gjár, at nevndin í felagnum hevur gjørt av ikki at luttaka í slíkum mótmælistiltøkum, tí felagið metir, at tey sum tænastufólk samstundis eru í starvi hjá landsstýrinum.
- Hinvegin haldi eg ikki, at tað er rætt av løgtingsmanni at gera eitt slíkt detektivarbeiði og heingja ein av okkara limur út, tí hesin hevur verið við til mótmælistiltak. Okkara limum stendur frítt at luttaka í slíkum tiltøkum, tí hetta er ein borgarligur rættur, tó at vit halda, at tað hevði verið betri, um teir ikki gjørdu tað, sigur Meinhard Gaardlykke, formaður í Tænastumannafelagnum.