Í síðstu viku greiddi Sonja Jógvansdóttir, nevndarlimur í LGBT, á Rás2 frá, at felagið ætlaði sær eina kunningarferð kring landið at greiða miðnámsskúla- og framhaldsskúlanæmingum frá felagnum og kynslig samleikanum hjá limunum.
Í hesum sambandi nevndi hon eisini, at hendan kunning átti at verið framd heilt niður á barnagarðsstøði. Og Maud Wang Hansen, forkvinna í Pedagogfelagnum er samd nakað av vegnum.
- Eg skilji væl, at slíkir felagsskapir sum LGBT vilja kunna og upplýsa meira um seg sjálvi, og eg kann fylgja teimum so langt, at vit í dag hava so ymiskar familjuformar og ikki bara sum fyrr, tá tað var ein pápi og ein mamma í einari familju, sigur Maud Wang Hansen.
Út frá hesum heldur hon, at tað ikki er óviðkomandi hjá barnagarðsbørnum at læra, at familjur eru ymiskar Serliga um børnini vísa áhuga fyri at vita meira um hesi viðurskifti ella kanska sjálvi vaksa upp við tí.
- Eg haldi tað er gott, um føroyskt tilfar kann fáast til vega, men harfrá skal tað vera upp til námsfrøðingarnar at skipa tað sum ein part av námsfrøðiliga arbeiðinum, sigur Maud Wang Hansen.
Hon sigur, at ein gomul sjúkrasystir einaferð segði henni, at vit skulu minnast til, at í hvørjum skúlaflokki í landinum situr minst ein næmingur, sum seinni í lívinum víkur frá vanliga kynsliga samleikanum.
- Eg síggi tiltakið há LGBT sum ein liður í at bróta niður tabu, sum í alt ov mong ár hava hildið okkum føst í at tað er bert ein rættur máti at liva sítt lív, sigur Maud Wang Hansen.
Føroyskt tilfar
Tað hevði tí verið viðkomandi kunning og upplýsing, serliga í miðnámsskúlunum, tí tað hevði verið við til at bróta tabu.
- Nú verður upplýst, at LGBT er í holt við at framleiða undirvísingartilfar á føroyskum, ið viðgera føroysk viðurskifti. Hetta kundi verið viðkomandi, av tí at seksualitetur er so stórur partur av okkara samleika sigur Maud Wang Hansen.
Tað hevur verið stórur dentur lagdur á, at námsfrøðingar og lærarar ikki máttu kroysta sína egnu sannføring, trúarliga ella politiskt, niður yvir børnini og tí skal talan verða um almenna kunning.
- Men henda almenna kunning skal finnast á føroyskum, og so skal tað verða upp til námsfrøðingarnar at leggja til rættis, um og hvussu teir taka hetta við í sítt námsfrøðiliga arbeiði á stovnunum, sigur Maud Wang Hansen.
Ikki prædikantar
Foreldrini eiga børnini- og tað er teirra ábyrgd at uppala og upplýsa síni børn. Uppgávan hjá námsfrøðingunum er at kunna svara børnunum uppá teirra forvitni og at møta teimum har tey eru í lívinum.
At talan kann gerast um, at áhugafelagsskapir sleppa inn í barnagarðar ella vøggustovur, heldur forkvinnan í Pedagogfelagnum er ein spurningur fyri leiðsuna at avgera.
- Eg dugi at síggja, at tað kann verða ein náttúrligur partur av námsfrøðiliga arbeiðinum, at taka felagsskapir inn at greiða frá sínum sannføringum. Eg síggi tó ikki fyri mær at nakar bólkur kemur inn í barnagarðarnar at sannføra børnini um nakra ávísa hugsan. Hetta er fullkomiliga hvør sítt. Tað vil altíð vera leiðslan á staðnum, sum tekur støðu til hvørja kunning starvsfólk hava tørv á, og hvussu námsfrøðiliga arbeiðið verður lagt til rættis, sigur Maud Wang Hansen.
Hon vísir á, at aðalmálið hjá námsfrøðingum er at ala upp okkara børn í tolsemi og at gerast góðir samfelagsborgarar.
- Eins og hetta er uppgávan hjá lærarunum í skúlunum, er tað uppgávan hjá námsfrøðingunum í bargagørðunum og vøggustovunum, sigur Maud Wang Hansen.