ILA ger nú rættiliga um seg í Noregi

- Vit eru órógvað. Hetta er jú ein álvarslig støða, sigur Marthe Iren Brundtland, sum starvast hjá norska Matvørueftirlitinum.

 

 

 

Tað órógvar norsku alivinnuna og Matvørueftirlitið í landinum, at fleiri alifyritøkur nú eru raktar av herviligu laksasjúkuni, ILA. 

 

Í fleiri alibrúkum hevur ILA-sjúka gjørt um seg, og í øðrum alibrúkum er illgruni um ILA. Tað er serliga har norðuri í landinum, at ILA ger um seg.

 

Norska heimasíðan - iLaks - nevnir alibrúk hjá fleiri feløgum, sum antin eru rakt ella hava fingið staðfest illgruna um ILA.

 

Feløgini eru eitt nú GIFAS, NRS, Grieg Seafood, Salaks, Nova Sea, Lerøy Aurora, Kleiva Fiskefarm, Cermaq, Salangfisk og Egil Kristoffersen & Sønner.

 

Herfyri var eisini illgruni um ILA staðfestur hjá Ellingsen Seafood og í alibrúkinum Stabben í Troms.

 

- Vit eru órógvað. Hetta er jú ein álvarslig støða. Støðan er verri enn í fjør, sum vit tá hildu vera álvarsliga, sigur Marthe Iren Brundtland, sum starvast hjá norska Matvørueftirlitinum við iLaks.

 

##med2##

 

 

 

Tað er serliga har norðuri í landinum, at ILA-sjúka nú ger um seg.