Illir norðmenn sendir til hús

Norsku hondbóltsspælararnir í EM-kappingini vóru ikki blíðir í kvøld. Eitt var, at teir taptu dystin ímóti Kroatia 20-26, men verri var, at Slovenia frammanundan hevði vunnið 34-32 á Íslandi. Við hesum úrslitinum komu bæði Ísland og Slovenia víðari í millumumfarið, meðan Noreg gjørdist svartiper.

 

Dysturin millum Ísland og Slovenia fekk eitt heldur ivingarsaman enda. Tá tveir minuttir vóru eftir at spæla, vóru slovenar á odda við fýra málum, og endaði dysturin soleiðis, komu Slovenia og Noreg víðari, meðan Ísland reyk úr kappingini. Men so mistu slovenar bóltin tvær ferðir við tí úrsliti, at íslendingar fingu tvey mál afturat, og so vóru Slovenia og Íslandi komin víðari, og Noreg var úti.

 

Fyri Slovenia hevði tað eisini týdning, at Ísland kom víðari heldur enn Noreg, tí í innleiðandi kappingini taptu slovenar fyri norðmonnum, og tí høvdu teir ikki fingið nakað stig við sær, um tann dysturin taldi við. Harafturímóti gav sigurin á íslendingum teimum tvey stig við sær til millumumfarið.

 

Íslendski spælarin Guðjón Valur Sigurðsson ásannaði aftan á dystin, at øll dugdu at síggja, hvat hendi, og at hetta var avgjørt ikki fair play.

 

Og so var tað næstan ógjørligt hjá norðmonnum at tryggja sær framhald í kappingini.