Tað var næst seinasta leygardag, at ein starvsmaður í ruskbrenningini í Ilulissat fann leivdir av einum líki, og nakrar dagar seinni vórðu nýggjar leivdir funnar.

Ilulissat: Hin dripni var bert 24 ára gamal

Í dag heitir Grønlands Politi enn einaferð á almenningin um hjálp.

Tað var næst seinasta leygardag, at ein starvsmaður í ruskbrenningini í Ilulissat fann leivdir av einum líki, og nakrar dagar seinni vórðu nýggjar leivdir funnar.

 

 

Grønlands Politi almannakunnger nú navnið á tí, sum er dripin, skorin sundur og tveittur í eina ruskbingju í grønlendska býnum, Ilulissat.

 

Navnið á manninum er Maassannguaq Dalager, og hann var sambært Sermitsiaq bert 24 ára gamal, nú hann varð tikin av døgum. 

 

Løgreglan upplýsir, at tey almannakunngera navnið í samráð við tey avvarðandi.

 

Tvey fólk eru skuldsett í málinum, harav annar - ein maður - situr varðhaldsfongslaður í fýra vikur, meðan løgreglan arbeiðir við málinum.

 

Í dag heitir Grønlands Politi enn einaferð á almenningin um hjálp.

 

- Vit eru framvegis áhugað at frætta, hvar Maassannguaq Dalager var dagarnar fram til hin 2. oktober 2021. Um fólk vita um hetta at siga, vilja vit ógvuliga gjarna frætta, sigur løgreglan. 

 

Jan Lambertsen, kanningarleiðari, vísir á, at tey nú eru liðug at kanna alt ruskið við ruskbrenningina í Ilulissat, men løgreglan vil ikki siga, um tey hava funnið fleiri leivdir av líkinum hesar seinastu dagarnar.

 

Tað var næst seinasta leygardag, at ein starvsmaður í brenningini fann leivdir av einum líki, og nakrar dagar seinni vórðu nýggjar leivdir funnar í ruskbrenningini.

 

Grønlands Politi kannar málið sum drápsmál. Maðurin, sum situr varðhaldsfongslaður, situr í fyrsta lagi fram til hin 5. november og kvinnan, sum fyribils varð afturhildin í trý samdøgur, er leyslatin aftur. 

 

Men, løgreglan leggur dent á, at skuldsetingarnar móti bæði manninum og kvinnuni standa við. 

 

- Við tveimum skuldsettum og eyðmerking av tí deya eru vit komin langt í málinum, sum annars sá trupult út í byrjanini, sigur Jan Lambertsen, kanningarleiðari.

 

Grønlands Politi hevur einki sagt um, hvat motivið aftan fyri drápið kann vera, men tey leggja dent á, at deyðsorøskin skal staðfestast í kanningararbeiðnum, sum heldur fram.

 

Tað er í løtuni ikki greitt, skrivar Sermitsiaq, nær leivdirnar av Maassannguaq Dalager verða leysgivnar til familjuna.

 

Tað var næst seinasta leygardag, at ein starvsmaður í ruskbrenningini í Ilulissat fann leivdir av einum líki, og nakrar dagar seinni vórðu nýggjar leivdir funnar.