Áður hevur løgreglan sagt, at tað er ein maður, sum er myrdur, og so vís eru tey í, hvør viðkomandi er, at tey hava boðað teimum avvarðandi frá. 

Ilulissat: Lítlar vónir um at finna meira

- Nú er lítil vón um at finna meira í ruskinum, men enn vantar ein lítil nøgd at leita í, sigur kanningarleiðarin, Jan Lambertsen.

Áður hevur løgreglan sagt, at tað er ein maður, sum er myrdur, og so vís eru tey í, hvør viðkomandi er, at tey hava boðað teimum avvarðandi frá. 

Nú eru smáar vónir um at finna fleiri leivdir av einum líki, sum er endað í ruskbrenningini í grønlendska býnum, Ilulissat.

 

Leitað hevur verið í meira enn eina viku, eftir at eitt starvsfólk næst seinasta leygardag fann leivdir av líki í ruskinum. Nakrar dagar seinni vórðu nýggjar leivdir funnar, men síðan er einki funnið aftrat.

 

Tað sigur kanningarleiðarin hjá løgregluni, Jan Lambertsen, við grønlendska kringvarpið, KNR.

 

Tað eru løgreglufólk og sløkkiliðsfólk, ið hava endavent ruskinum, sum er latið til brenningar á støðini.

 

Enn er nakað av ruski eftir at leita í, men nøgdirnar, sum eftir eru, gerast minni og minni, og soleiðis eisini møguleikarnir at finna fleiri leivdir av líkinum.

 

- Nú er lítil vón um at finna meira, men enn vantar ein lítil nøgd av ruski at leita í, sigur kanningarleiðarin.

 

Fríggjadagin kunngjørdi løgreglan, at tað er eydnast kriminalteknikarum og rættarlæknum at staðfesta deyðsorsøkina, og løgreglan er eisini rættiliga sannførd um, hvør hon dripni er, men enn hevur løgreglan ikki almannakunngjørt navnið á viðkomandi.

 

Áður hevur løgreglan sagt, at tað er ein maður, sum er myrdur, og so vís eru tey í, hvør viðkomandi er, at tey hava boðað teimum avvarðandi frá. 

 

Eina lítla viku eftir, at fyrstu leivdirnar vórðu funnar í ruskbrenningini, handtók løgreglan trý fólk á einari adressu í Ilulissat. Hin eini persónurin varð latin leysur aftur dagin eftir, men hini bæði - ein maður og ein kvinna - vórðu afturhildin.

 

Á rættarfundi varð gjørt av, at kvinnan kundi afturhaldast í trý samdøgur og maðurin í fýra vikur. Men, í gjár varð kvinnan leyslatin aftur.

 

Eftir í varðhaldinum situr so maðurin. Hann og kvinnan, sum er leyslatin, búðu á somu adressu í býnum, men løgreglan vil sambært KNR ikki siga, hvat tey eru skuldsett fyri, ei heldur hvat tey siga um skuldsetingina.

 

Eftir at handtøkurnar vórðu framdar, kannaði løgreglan húsini, har tey búðu. 

 

- Vit hava funnið ymiskt, sum eg ikki kann siga meira um í løtuni, og tað eru funnin ting, sum skulu til tekniskar kanningar, eins og nøkur spor skulu eftirkannast, sigur kanningarleiðarin, Jan Lambertsen.

 

Áður hevur løgreglan sagt, at tað er ein maður, sum er myrdur, og so vís eru tey í, hvør viðkomandi er, at tey hava boðað teimum avvarðandi frá.