India

Drag teir, sum høvdu ábyrgdina av píningini av Angammal og manni hennara Guruviah, fyri rættin

Tað eru liðin meira enn tvey ár síðani Angammal varð handtikin, men enn líður hon kroppsliga og sálarliga av tí henni var fyri, meðan hon sat í varðhaldi.

Angammal og Guruviah vórðu handtikin í juli 1998, tí illgruni var um, at tey høvdu tikið ímóti tjóvagóðsi. Løgreglan kom til hús teirra í Madurei økinum í Tamil Nadu, um náttina meðan Angammal var einsamøll inni. Hon varð tikin við á løgreglustøðina á staðnum og haðani flutt til Oormechikulam løgreglustøðina, har hon varð hildin um náttina við bakbundnum hondum. Guruviah varð handtikin morgunin eftir. Bæði noktaðu fyri at hava nakran kunnleika til tjóvagóðsið.

Forhoyrið av teimum byrjaði 28. juli. Løgreglumenninir bakbundu hendirnar á hjúnunum, stillaðu tey upp móti bróstinum og bukaðu tey í rygg og afturpart við bambusstavum.

Hjúnini vórðu síðani aftur flutt til eina aðra løgreglustøð, har tey fingu boð um at lata seg úr klæðunum. Tey vórðu leidd útum hvørt eftir annað og bukaði til Guruviah svímaði.

Inni aftur á støðini vórðu hjúnini hongd í ein enda úr loftinum og bukaði. Tá Angammal varð tikin niður, varð hon blakað í gólvið, framvegis nakin. Guruviah fekk at vita, at Angammal vildi verða skemd meðan hann hugdi at, um hann ikki viðgekk og segði hvar skartgripirnir vóru krógvaðir. Angammal varð sligin á bróstini og sparkað í skrevið. Tá Guruviah varð tikin niður blivu hjúnini noydd at latast sum um tey høvdu samlegu, meðan fleiri løgregluyvirmenn hugdu at.

Guruviah varð tikin til eina aðra løgreglustøð, har løgreglumenn bukaðu hann, koyrdu pipar í eyguni á honum og gjøgnumgataðu hansara fingurneglir, táneglir og tungu við nálum.

Hin 2. august 1998 vórðu hjúnini tikin við til løgregluovastan. Hann varð so skelkaður av tí standi tey vóru í, at hann beinanvegin gav boð um, at flyta tey til eitt privat røktarheim. Guruviah doyði seinni um kvøldið av skaðunum, hann hevði fingið. Angammal varð dagin eftir flutt til eitt alment sjúkrahús, har hon varð verandi í tvær vikur.

Meira enn tvey ár aftaná at Angammal varð handtikin pínist hon framvegis bæði sálarliga og kroppsliga av tí henni var fyri í varðhaldinum.

Angammal stríðist enn við málið hjá sær við dómstólarnar og roynir at tryggja sær, at løgreglumenninir, sum høvdu ábyrgdina av at maður hennara doyði, verða drignir fyri rættin og ákærdir. Fleiri umbønir eru undir viðgerð við yvirrættin í Tamil Nadu. Eisini ein umbøn um, at kanningin verður tikin frá tí lokalu løgregluni og latin kriminaldeildini á kriminalkanningarstovninum til viðgerar. Sjálvt um Angammal hevur sent klagu til mannarættindanevndina hjá statinum, hevur hon onki svar fingið.

Nógvar royndir hava verið gjørdar at fáa Angammal at tiga og at forða henni í at almannakunngera málið. Í august 1998 varð henni boðið 400.000 ruplar (80.000 krónur) um hon ikki tosaði við kanningardómaran, sum eftirkannar deyðan hjá makanum. Hon noktaði at taka av og gav eina nágreiniliga frágreiðing um tilburðin. Í januar 1999 gav landspartastjórnin í Tamil Natu Angammal 200.000 ruplar (40.000 krónur) sum endurgjald fyri deyða Guruviah.

At fólk í varðhaldinum heldur áfram at vera vanligt í øllum indiskum statum, meðan ofrini fyri píning framvegis hava ilt við at fáa sína sak roynda.


Tak eitt stig fyri at steðga píning

Tú kanst hjálpa til við at útrudda píning. Legg tína rødd afturat átakinum hjá Amnesty International.