Ingibjørg og ÍBV vunnu seg í Europa Cup fjórðingsfinalurnar

Ingibjørg Olsen var millum málskjúttarnar hjá ÍBV í dag

Ingibjørg Olsen og liðfelagar hennara í ÍBV hava vunnið seg víðari til fjórðingsfinalurnar í Europa Cup kappingini aftaná samlaðan 60-49 sigur á kekkiska liðnum, Sokol Pisek sum má sigast at vera eitt framúr gott úrslit.

 

Báðir dystirnir vóru spældir úti á Heimey. 

 

Ígjár vann ÍBV tekniska útidystin 27-20 (13-7), og í dag vann ÍBV tekniska heimadystin 33-29. Í steðginum var ÍBV á odda 16-15. ÍBV legði hart út og var eitt skiftið á odda 13-6 áðrenn Sokol kom innaftur í dystin. Tíðliga í seinna hálvleiki økti til 21-16, og seinni var leiðslan 29-22 til ÍBV. 

 

Í dag var Ingibjørg Olsen millum málskjúttarnar hjá ÍBV. Hon skoraði eitt mál í dagsins dysti. 

 

So er at vóna, at kvinnurnar hjá H71 eisini vinna seg víðari mót serbiska liðnum, Nis. Fyrri dysturin teirra millum í Serbia byrjaði klokkan 17.30.