Ingibjørg og ÍBV vunnu seg víðari í Europa Cup kappingini

Aftur í dag var Ingibjørg Olsen millum málskjúttarnar

Ingibjørg Olsen og liðfelagar hennara í ÍBV hava vunnið seg í áttandapartsfinalurnar í Europa Cup kappingini aftaná ein samlaðan 55-44 sigur á grikska liðnum, AEP Panorama.

 

Í dag vann ÍBV 29-24. Ingibjørg spældi størsta partin av fyrra hálvleiki á vinsta vongi og eina løtu eftir steðgin á høgra bakki og eydnaðist tað henni at skora eitt mál. ÍBV var á odda 15-11 í steðginum.

 

Ígjár vann ÍBV 26-20 (15-9) á AEP Panorama. Báðir dystirnir vóru spældir á Heimey.

 

So er at vóna, at pápi Ingibjørg, Ingi og systur hennara, Rannvá og hinar í H71 kunnu gera ÍBV kunstin eftir og vinna seg í áttandapartsfinalurnar við at vinna á Spono Eagles.