Sunda kommuna vil hava fund við Landsverk um inn- og útkoyringarnar frá fleiri bygdum og havnaløgum í kommununi Í síðstu viku hendi eitt ferðsluóhapp á vegamótinum millum landsvegin og bygdarvegin í Hósvík. Tvey fólk máttu á sjúkrahús til kanningar.
Hetta er bara ein av fleiri inn- og útkoyringum í Sunda kommunu, og sambært heimasíðuni hjá kommununi eru tær ikki nóg tryggar. Tí fer Sunda kommuna at biðja um fund við Landsverk, sum er myndugleikin yvir landsvegakervinum, ið gongur ígjøgnum kommununa.
Á fundinum vil fer kommunan serliga at vísa á inn- og útkoyringar frá bygdunum Hósvík, Hvalvík, Streymnes, Nesvík (Sundhøvda), omankoyringina til havnaøkið í Hósvík, havnaøkið í Hvalvík og kaiøkið í Streymnesi. Eisini hevur kommunan ta áskoðan, at bert ein inn- og útkoyring eigur at vera fyri Streymnes.
Sunda kommuna hevur eisini áður gjørt vart við, at ein undirføring eigur at vera gjørd við brúnna um Streymin, soleiðis at tey, sum skulu til og frá eitt nú dagstovni, skúla og handlum og posthúsi, kunnu koma til og frá nevndu støðum uttan at koma út á landsvegin.