Innbrot: Stolið nakr­ar tús­und krón­ur í Effo­støð­ini í Kolla­firði

Onkur hevur brotið inn og stolið nakrar túsund krónur

Gjáramorgunin fekk løgreglan fráboðan um, at innbrot hevði verið í Effostøðini í Kollafirði. Ein rútur var brotin, og tann vegin vóru tjóvurin ella tjóvarnir komnir inn. Vekslipengar, nakrar túsund krónur, eru horvnar, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn. 

Hetta málið verður kannað nærri.

Viðvíkjandi innbrotinum í Rúsini á Sandi sunnukvøldið sigur vaktleiðarin,  at har hava tey spor at ganga eftir. Tey eru komin nakað ávegis við kanningararbeiðinum, sum tó ikki er liðugt enn.

Í gjár var eisini ein bilførari tikin fyri at koyra uttan koyrikort, hann hevði mist koyrikortið.