Innkomuvegurin verður ikki liðugur

Vandi er fyri ferðsluruðuleika á veg inn í Havnina, tá Eysturoyartunnilin letur upp

6,5 milliónir krónur eru settar av til innkomuvegin, sum kostar 165 milliónir krónur. Landsverk væntar ikki, at vegurin verður liðugur til tíðina.

 

- Tíðin er sera knøpp, um nakað skal vera klárt at lætta um ferðslutrupulleikarnar, sum væntandi vera enn meiri umfatandi, tá Eysturoyartunnilin letur upp, skrivar Landsverk í uppritinum um tunnilsætlan.

 

Landsverk fer at kýta seg tað, tey kunnu, men innkomuvegurin verður neyvan liðugur, tá Eysturoyartunnilin letur upp í 2020.

- Tað verður ein avbjóðing at fáa innkomuvegin heilt lidnan til Eysturoyartunnilin letur upp, men tað velst um hvør játtan verður tøk og nær hon kemur. Men nú eru vit so tætt uppá, at nógv er, sum skal ganga upp fyri at tað skal bera til, sigur Armgarð E. Steinhólm, deildarleiðari fyri infrakervi hjá Landsverki.

 

Í ár eru 6,5 milliónir krónur settar av á fíggjarlógini til innkomingarvegin, og Armgarð E. Steinhólm ásannar, at tað er ov lítið.

- Vit fáa sjálvandi ikki gjørt stórarbeiði fyri 6,5 milliónir krónur, men vit koma í gongd. Tað týdningarmikla nú verður at gera nakað av prosjekteringini og síðani royna at fáa sum mest av grótinum úr Eysturoyartunlinum til høldar, sigur hon.

 

Hon greiðir frá, at serliga til nýggja strekkið av Kaldbaksvegnum og niðan á Skarðshjalla er stórur tørvur á gróti.

- Um vit kunnu nýta grótið úr tunlinum, sparir tað okkum nógvar krónur. Skulu vit í staðin heinta grótið úr Hundsarabotni fer tað at kosta okkum eini 20 milliónir krónur meiri, sigur hon.

 

Avtalan millum Landsverk, Samferðslumálaráðið, Tórshavnar kommunu og tunnilsfelagið ásetir, at landið skal rinda 115 milliónir krónur, tunnilsfelagið 30 milliónir krónur og kommunan 24 milliónir krónur. Tað merkir, at gott og væl 100 milliónir krónur mugu setast av næsta ár. Tað ivast Armgarð E. Steinhólm í at verður gjørt.

- Tað mugu í øllum førum munandi upphæddir setast av. Um tað verður játtað yvir tvey ár, so kunnu vit verða komin heilt yvir til Villingadalsvegin og verða liðug í 2020, sigur hon.

- Tað kann sjálvandi gerast trinvíst, men man fær jú ikki fulla nyttu úr tí, fyrr enn alt er gjørt, sigur hon.

 

- Vit arbeiða fram ímóti at alt er klárt, men nú mugu pengar skjótt játtast, um tað skal eydnast, sigur hon.

 

Les meiri um innkomuvegin í Sosialinum, sum er borin í hvørt heim í dag.