Inntøkurnar hjá Vága kommunu góðar 108 milliónir krónur

Á býráðsfundinum hjá Vága kommunu í kvøld, varð fíggjarætlanin fyri 2022 einmælt samtykt.

Býráðið samtykti somuleiðis, at skattaprosentið og barnafrádrátturin verður óbroytt, ávikavist 22 prosent og 5.500 krónur.

 

Inntøkurnar hjá Vága kommunu fyri 2022 eru mettar til 108.371.000 krónur. Raksturin er mettur til kr. 97.127.000 krónur og løgujáttanin er á 47.482.000 krónur.

 

Í síðstu viku samtykti býráðið í Vága kommunu at fara undir 2. byggistig av Skúlanum á Giljanesi. Hetta er ein stórur partur av løgujáttanini, og vísur fíggjarætlanin fyri 2022 tí eitt undirskot á 35.877.000 krónur. Men hetta er ein týdningarmikil íløga í framtíðina, metur býráðið í Vága kommunu.

 

Harafturat eru 10.000.000 krónur settar av til byggibúning, og lagt er upp fyri byggibúning næstu árini. Millum verkætlanirnar, ið eru í umbúna, eru útstykkingarnar norðuri á Heiðum í Miðvági og norðuri í Sørpum í Sandavági, umframt ein minni útstykking í Vatnsoyrum.

 

– Íløgurnar eru stórar, men neyðugar og Vága kommuna heldir seg undir einari álíkning, sigur Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu.