IOC vil útisteingja øll russisk og hvítarussisk ítróttarfólk

Altjóða olympiska nevndin tekur aftur eina olympiska heiðursviðurkenning Vladimir Putin fekk í 2001

Altjóða olympiska nevndin hevur nú eisini meldað út í kjalarvørrinum av russisku innrásini í Ukraina.

 

IOC leggur upp til, at øll russisk og øll hvítarussisk ítróttarfólk vera útistongd frá øllum altjóða ítróttarkappingum innan allar ítróttargreinir.

 

IOC boðar frá, at hetta eigur eisini at vera gjørt við trygdini hjá øllum teimum íðkandi í huga.

 

Tó staðfestir IOC, at tað eru altjóða sersambondini innan ymisku ítróttargreinirnar sum mugu taka endaligu avgerðina hvat skal henda í teirra ítróttargrein.

 

Ukrainsk ítróttarsersambond hava gjørt nógv fyri at fáa hvítarussisk og russisk ítróttarfólk útistongd frá øllum altjóða kappingum, og tey hava undirtøku fyri tí í ógvuliga stóran mun.

 

Í 2001 fekk russiski forsetin, Vladimir Putin tann hægsta olympiska ordanin í gulli frá IOC. Nú ætlar IOC at taka hendan stóra olympiska heiðurin frá Vladimir Putin. 

 

Vladimir Putin hevur eisini mist heiðurin at vera heiðursforseti í altjóða judosambandinum orsaka av innrásini í Ukraina.