Iran fremur álop á Ísrael

Í minsta lagi 17 fólk hava fingið løstir í Haifa, harav trý hava fingið álvarslig mein

Ísraelski havnarbýurin Haifa er ein av býunum, sum er álopin úr Iran í dag

Ávaringarlúðrar eru at hoyra í Ísrael í dag eftir fleiri rakettálop úr Iran seinnapartin.

 

Sambært ísraelskum miðlum er havnarbýurin Haifa ein av býunum, sum er álopin í dag.

 

Seinnapartin hevur Iran byrjað nýggj álop á Ísrael.

 

Almennir iranskir miðlar siga, at rakettir verða skotnar eftir málum í Ísrael seinnapartin.

 

Ísraelska ávísin Haaretz skrivar, at ávaringarlúðrar eru at hoyra fleiri staðni í landinum.

 

Reuters veit at siga, at spreingingar hava verið at hoyrt í eitt nú Tel Aviv, Jerusalem, Haifa og Negev.

 

Lagt verður aftrat, at í minsta lagi 17 fólk hava fingið løstir í Haifa, harav trý hava fingið álvarslig mein.

 

 

 

Ísraelski havnarbýurin Haifa er ein av býunum, sum er álopin úr Iran í dag