Iran: - Tað kann taka tíð

Hin 31. juli í ár varð politiski Hamas-leiðarin, Ismail Haniyeh, dripin í iranska høvuðsstaðnum, Teheran.

Ísrael hevur hvørki váttað ella avsannað, at landið stóð aftan fyri álopið, tá Ismail Haniyeh læt lív.

- Bíðitíðin kann gerast long, áðrenn Iran leypir á Ísrael sum hevnd fyri drápið á Hamas-leiðaran, Ismail Haniyeh.

 

Tað sigur ein talsmaður fyri iransku kollveltingarhirðuna.

 

Tað var hin 31. juli í ár, at politiski Hamas-leiðarin varð dripin í iranska høvuðsstaðnum, Teheran.

 

Her var hann gestur hjá iransku stjórnini.

 

Tey eru mong, sum halda, at Ísrael stóð aftan fyri álopið og drápið av Hamas-leiðaranum.

 

Men, Ísrael hevur hvørki váttað - ei heldur avsanna - at landið stóð aftan fyri álopið, tá Ismail Haniyeh læt lív.

 

Iran hevur sagt fara at hevna atsóknina móti Hamas-leiðaranum, sum tey eru sannførd um, at Ísrael stóð aftanfyri.

 

Nú tríggjar vikur eftir drápið, er einki hent.

 

Og nú siga so keldur í iransku kollveltingarhirðuni, at tað kann fara at taka sína tíð, áðrenn iranska álopið kemur. 

 

Tað er tíðindastovan NTB, sum ber hesi tíðindi seinnapartin í dag.

 

 

 

 

 

Ísrael hevur hvørki váttað ella avsannað, at landið stóð aftan fyri álopið, tá Ismail Haniyeh læt lív.