Iran útsetir steining

Iran ætlar sær eftir øllum at døma ikki at lurta eftir teimum nógvu mótmælunum frá felagsskapum og londum, sum hava mótmælt, at ein 43 ára gomul kvinna skal steinast í hel fyri at hava havt samband við tveir menn uttan fyri hjúnarlagið. Seinni bleiv ákæran broytt, so hon varð dømd til deyða fyri at hava beint fyri manni sínum.

Tað hevur tó ikki steðgað mótmælunum, og uttanríkisráðið í Teheran bað í gjár lond í Vesturheiminum gevast við at leggja seg útí, hvørjar lógir galda í Iran, og hvussu tær verða framdar í verki.

-Tað er harmiligt, at lond vestanfyri verja eitt fólk, sum er dømt fyri morð. Tosa vit um mannarættindi her, so kundu londini í Evropa byrja við at lata sínar egnu drápsmenn leysar, segði talsmaðurin hjá iranska uttanríkisráðnum.

Hóast ta stívrendu støðuna hava myndugleikarnir í Teheran í dag boaðað frá, at deyðadómurin ímóti teirri 43 ára gomlu kvinnuni verður ikki fullførdur enn, men er útsettur.