Írland telist í løtuni millum tey lond, sum eru rættiliga illa plágað av koronufarsóttini.
Seinasta samdøgrið hevur landið skrásett heili 11.182 nýggjar koronutilburðir.
Tað siga írsku heilsumyndugleikarnir á Tvitter.
Sambært almenna kringvarpinum í landinum - RTE - er hetta met fyri nýggjar tilburðir í eitt samdøgur.
Gamla metið var sambært kringvarpinum 8.248, sum varð sett hin 8. januar í ár.
Í morgun lógu 393 fólk við koronu á írskum sjúkrahúsum, harav 89 lógu á intensivari deild.
##med2##