Ísfiskalínuskipini undir Føroyum smáligan fiskiskap

- Streymurin verður harður, og veðrið verður helst umskiftandi. Páskirnar eru eisini í næstu viku, so vit rokna vit ikki við nógvum útróðri.

Í løtuni eru trý ísfiskalínuskip til fiskiskap, og væntandi koma øll inn at landa í næstu viku.

 

- Skipini fáa mest av toski, hýsu og longu, men fiskiskapurin er smáligur.

 

Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag.

 

- Vit rokna við, at okkurt av teimum smærru línuskipunum fer út í næstum.

 

Í løtuni eru eisini tvey frystilínuskip til fiskiskap í íslendskum sjógvi, og trý fiska undir Føroyum.

 

- Streymurin verður harður, sum næsta vika gongur, og veðrið verður helst umskiftandi.

 

- Páskirnar eru eisini í næstu viku, og tí rokna vit ikki við nógvum útróðri, verður lagt aftrat.