Hóast ólavsøkuaftan er í morgin, eru flestu partrolarapør til fiskiskap. Skipini koma inn at landa, sum vikan gongur.
Men, fiskiskapurin eftir upsa roynist ikki so væl, sum menn vildu ynskt sær.
Trý partrolarapør eru framvegis á gulllaksaveiði, men nú fer tíðin eftir gulllaksi av álvara at styttast.
Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at eingin djúpvatnstrolari er til fiskiskap í løtuni.
Seinastu dagarnar hevur bara ein av teimum smáu trolbátunum verið til fiskiskap. Teir fáa nakað av toski, hýsu og flatfiski.
- Trolbáturin kemur inn at landa síðst í hesi vikuni, verður lagt aftrat.