Í summum ítróttargreinum vera sonevnd "Wild Cards" deild út til íðkarar, ið upprunaliga ikki hava kvalifiserað seg til kappingarnar.
Kvinnulandslandsliðini í hondbólti hjá bæði Íslandi og Eysturríki taptu avgerandi undankappingardystirnar fyri at vinna seg til HM-endaspælið í Noregi, Danmark og Svøríki, ið verður avgreitt millum 29. november og 17. desember í ár.
Men altjóða hondbóltssambandið hevði tvey "Wild Cards" tøk, og nú er avgerð fallin, at geva hesi til Ísland og Eysturríki, ið sjálvandi stórfegnast um møguleikan.
Ísland kemur seinni í ár á vitjan í høllini á Hálsi í Havn fyri at spæla EM-undankappingardyst móti Føroyum. Dysturin verður leiktur sunnudagin 14. oktober klokkan 16.
Í Íslandi stórfegnast tey um møguleikan at taka lut í fyrsta endaspælinum í kvinnuhondbólti síðani EM-endaspælið í 2012.