Ísland byggir nýtt til havrannsóknir

Umframt Bjarna Sæmundsson, sum er bygdur í Týsklandi í 1970, hevur Ísland eisini Árna Friðriksson, sum er bygdur í Chili í 2001.

 

56 metra langi Bjarni Sæmundsson er bygdur í Týsklandi í 1970.  

56 metra langi Bjarni Sæmundsson er bygdur í Týsklandi í 1970.  

 

 

Íslendski Havgranskingarstovnurin fer skjótt at skifta gamla havrannsóknarskipið Bjarni Sæmundsson út við eitt nýtt skip. Átta skipasmiðjur hava fingið høvi at koma við sínum boðum til nýggja skipið.

 

Væntandi byrjar formella útbjóðingarumfarið beinanvegin, og hetta fer helst at taka nakrar mánaðir.

 

Ætlanin hjá íslendingum er sambært kystmagasinet.no, at ein sáttmáli skal fyriliggja innan 1. november í ár, og síðan er málið, at nýggja skipið skal verða liðugt móti endanum av 2023.

 

Sum skilst, eru smálutirnir í íslendsku skipaverkætlanini ikki kendir.

 

Men, sambært kystmagasinet.no er ætlanin, at skipið í størst møguligan mun skal rekast við umhvørvisvinarligari orku, eins og skipið skal gerast út til landstreym.

 

56 metra langi Bjarni Sæmundsson (mynd), sum verður skiftur út, tá nýggja skipið er liðugt, er bygdur í Týsklandi í 1970.  

 

##med2##

 

Ísland hevur eisini havrannsóknarskipið, 70 metrar langa Árna Friðriksson, sum er bygdur í Chili í 2001.

 

 

 

 

 

56 metra langi Bjarni Sæmundsson er bygdur í Týsklandi í 1970.