Ísland misti á stokkinum

Tepurt tap ímóti Kroatia ber við sær, at Ísland nú skal hava hjálp frá Danmark fyri at vinna seg í hálvfinaluna

Mynd: polfoto

Leygarkv­­­­­­øldið var Ísland heilt á gosi, tá ið tað eydnaðist í EM kappingini í hondbólti at vinna 29 – 21 ímóti Fraklandi, sum í summar vann gull í OL.

 

Í dag var Kroatia mótstøðuliðið í ungverska høvuðsstaðnum Budapest. Kroatia er tiltikið fyri at spæla góðan hondbólt og ofta at standa seg væl í endaspølum. Í hesum EM endaspælinum hevur tað verið upp og niður hjá Kroatia, sum er miðskeiðis í ættarliðsskifti.

 

Kroatia vann 23 – 22. Tá ið tað var hálvleikt, vóru íslendingar frammanfyri 12 – 10.

 

Íslendingar vóru í fyrra hálvleiki frammanfyri við fimm málum – 9 – 4, og áðrenn Kroatia tvær ferðir stutt undan steðginum minkaði um munin, var Ísland frammanfyri 12 – 8.

 

Fyrstu løtuna eftir steðgin gekk tað ikki so væl hjá Íslandi, meðan Kroatia aftur og aftur skoraði og var frammanfyri 19 – 14, tá ið tað restaði eitt korter. So vístu íslendingar seg frá eyðkendu síðuni við stórum stríðsvilja og við at halda høvdið kalt, og teir vendu 17 – 21 til 22 – 21.

 

Heilt síðstu løtuna skoraði Kroatia tvey mál, meðan íslendingar vóru sørir. Kroatia vann 23 – 22, og íslendingar mugu staðfesta, at tað, eftir megnar avrikið og sigurin ímóti Fraklandi, hóast fleiri av bestu spælarunum ikki vóru við, í dag kostaði nógv, at so nógvir av bestu spælarunum ikki eru tøkir, tí teir eru raktir at koronu.

 

At Ísland tapti í dag ber við sær, at Danmark við sigri á Hollandi fer at vinna seg í hálvfinaluna, áðrenn mótstøðuliðið mikudagin verður Frakland. Um Ísland skal røkka í hálvfinaluna, so skal Danmark mikudagin vinna ímóti Fraklandi, og Ísland skal vinna ímóti Montenegro.

 

Fyrsta bríksl millum Danmark og Holland verður klokkan 17.00.

 

Mynd: polfoto