Ísrael hevur bumbað havnarbý í Jemen

Í gjár segði houthi-uppreistrarbólkurin í Jemen, at tey høvdu sent eina rakett móti altjóða floghavnini hjá Ísrael í Tel Aviv. 

Ísrael hevur í dag bumbað havnarbýin, Hodeidah í Jemen.

 

Bumbað hevur verið í tí partinum av býnum, sum houthi-uppreistrarbólkurin hevur ræðið á.

 

Hetta vita keldur hjá tíðindastovuni, Reuters, at siga í dag, og tað eru fleiri útlendskir miðlar, sum eisini bera hesi tíðindi.

 

Ísraelski herurin (IDF) sigur, at málið hjá Ísrael við álopinum á Hodeidah var eitt orkuverk.

 

Í gjár segði houthi-uppreistrarbólkurin, at tey høvdu sent eina rakett móti altjóða floghavnini hjá Ísrael í Tel Aviv. Sambært IDF varð rakettin, sum houthi'arar sendu móti Tel Aviv, skotin niður uttan fyri ísraelskt øki

 

Myndir og video í sosialum miðlum vísa ógvusligar spreingingar , eftir ísraelsku álopini á Hodeidah í Jemen.