Ísraelsk álop dripið minst 11 fólk í Libanon

Minst 11 fólk hava latið lív í nýggjum ísraelskum álopum í Libanon í dag.

Bjargingarfólk bera iltfløskur og aðra útgerð úr húsaleivdunum eftir eitt ísraelskt loftálop á eina bjargingarmiðstøð í Nabatieh í dag. Minst 11 fólk eru deyð í nýggju álopunum í Libanon. – Mynd: Abbas Fakih/Ritzau Scanpix

Tað upplýsa libaneskir myndugleikar sambært AFP.

Millum tey deyðu eru seks kvinnur og eitt barn.

Álopini raktu bæði áðrenn og eftir, at ísraelski herurin hevði sent út ávaring um evakuering fyri tíggju bygdir í sunnara og eystara parti av Libanon.

Sambært ísraelska herinum vóru málini knýtt at Hezbollah.

Men millum annað varð ein bjargingarmiðstøð hjá civilverjuni í býnum Nabatieh rakt.

Sjónvarpsfólk frá AFP sóu bjargingarfólk taka útgerð og iltfløskur úr húsaleivdunum eftir álopið.

Samtíðis hevur Hizbollah eisini skotið rakettir úr sunnara Libanon inn í Israel.

Álopini halda fram hóast vápnahvíldin millum partarnar, sum kom í gildi 17. apríl og seinni varð longd.

Ísrael sigur seg hava rætt til at fremja álop móti hóttanum, sum sambært teimum eru nær við at verða framdar ella longu eru í gongd.

/ritzau/AFP