Ítøkiligar loysnir skulu fremjast alt fyri eitt

- Um einki verður gjørt, noyðist kommunan at fremja ítøkilig átøk vegna trygd og trivnað hjá borgarunum, siga tey í Sunda kommunu

Sambært býráðnum í Sunda kommunu, eru stórar avbjóðingar av ferðsluviðurskiftum í økinum.

 

- Landsverk varðar av vegunum til ella ígjøgnum átta av ellivu bygdum í kommununi, men nær ætlar stovnurin at taka sær av hesari uppgávuni?

 

Soleiðis spyr borgarstjórin, Eyðstein Zachariasen, vegna Sunda kommunu í almennari áheitan á Landsverk. Hann vísir á, at í rúma tíð hevur kommunan áhaldandi víst á avbjóðingar av ferðsluviðurskiftum og ferðslutrygd í kommununi.

 

- Óteljandi fundir hava verið við Landsverk, men altíð hevur verið víst á, at eingin játtan er tøk.

 

Í skrivinum vísir borgarstjórin á, at vegurin gjøgnum Hvalvík hevur verið umrøddur, vegurin gjøgnum Langasand og Haldórsvík hava verið umrøddir, og vegurin út til Oyrar hevur verið umrøddur.

 

- Ferðasambandið tvørtur um landsvegin í Hósvík og Hvalvík hevur verið umrøtt. Ferðsluviðurskiftini við Streymin hava verið umrødd. Vegurin til Tjørnuvíkar, Saksunar og Gjáar hava verið umrøddir, og eisini tað stóra trýstið frá ferðavinnuni á hesum farleiðum.

 

Borgarstjórin ásannar, at svarið ferð eftir ferð hevur verið, at Landsverk ikki hevur neyðuga játtan tøka, og tískil er akkurát einki hent á hesum vegastrekkjum.

 

- Ja, ikki so frægt sum skeltir hevur tað eydnast okkum at fingið upp. Borgarar merkja økta trýstið og ferðina gjøgnum bygdirnar.

 

Lagt verður aftrat, at gjáarfólk eru eisini munandi skerd, síðani Landsverk valdi at gera totalan stongsul av vegnum um Eiðisskarð sjey mánaðar um árið.

 

Í Sunda kommunu vísa tey á, at nýggjasta ætlanin hjá Landsverki er ikki at fara í gongd við Tjørnuvíkartunnilin - hetta hóast politisk fígging er fingin til vega at byrja arbeiðið, eins og landsstýriskvinnan, sum varðar av økinum, hevur sagt, at arbeiðið skal raðfestast.

 

- Einasta, ið stendur eftir, er, at Landsverk als einki ætlar at gera fyri at betra um ferðslutrygd og ferðsluátøk í Sunda kommunu - líkamikið, um fígging frá politiska myndugleikanum er fingin til vega ella ei.

 

Í almennu áheitanini á Landsverk siga tey í kommununi, at verða farleiðirnar ígjøgnum og til bygdirnar í kommununi ikki raðfestar av landspolitiska myndugleikanum og Landsverk alt fyri eitt, so noyðist kommunan at fremja ítøkilig átøk vegna trygdina og trivnaðin hjá borgarunum í kommununi.

 

- Tí verður alment heitt á landsstýriskvinnuna í fíggjarmálum og leiðsluna í Landsverki um at koma á fund at umrøða hesi viðurskiftir og fremja ítøkiligar loysnir alt fyri eitt, sigur borgarstjórin, Eyðstein Zachariasen, vegna Sunda kommunu.