Íverksetan: Luttakarar úr 11 ymiskum tjóðum

Leygardagin vóru tilflytarar úr 11 ymiskum tjóðum savnaði til startup skeið í Íverksetarahúsinum í Klaksvík. Eitt startup skeið, serliga ætlað tilflytarum í Føroyum.

(Kelda: Íverksetarahúsið / iverksetan.fo)

Øll høvdu tey luttakandi ítøkilig hugskot við sær, sum tey síðan arbeiddu víðari við á tiltakinum. Tað gjørdu tey við góðari vegleiðing frá umboðum úr Íverksetarahúsinum og Útlendingastovuni, sum saman skipaðu fyri tiltakinum. 

 

Tí tað er nógv at hugsa um, tá ein skal byrja nýtt virksemi í Føroyum – serliga sum tilflytari. Eitt er føroysk lóggáva, sum neyðugt er at fáa gott innlit í. Eitt annað er málið, normar og aðrar mentanarligar avbjóðingar. Við framløgum og gevandi kjaki, ímillum luttakararnar vóru hesi viðurskiftini eisini vend. 

 

Ein teirra, sum luttók á skeiðnum er Reni Heimistovu. Hon hevur gingið við einum hugskoti, sum hon heldur verða eitt hent amboð fyri tilflytarar í Føroyum: ein talgildur pallur, ið er útgjørdur við frálærutilfari í føroyskum máli, og soleiðis er serliga ætlaður tilflytarum í Føroyum. 

 

Sum tilflytari í Føroyum kennir Reni Heimistovu sjálv til avbjóðingarnar í málsligari frálæru, ið tilflytarar í Føroyum, stundum renna seg í. Nú tekur hon sakina í egnar hendur.

 

Hugskotið kemur ikki úr ongum. Sjálv hevur Reni Heimistovu í fleiri ár, starvast á PR deildini hjá Indonesiska Undirvísingarmálaráðnum við serligum atliti til long-distance-learning, ella fjarundirvísing. Her var hon við til at framleiða sjónbanda undirvísingartilfar innan øll fakøki, sum tey síðan hava sent út kring alt Indonesia. 

 

Hugskotið og loysnin hjá Reni Heimistovu er eitt útmerka dømi um, hvussu loysnir úr øðrum mentanum kunnu geva íblástur til loysnir í Føroyum. 

 

Við startup skeiðnum, sum Íverksetarahúsið og Útlendingastovan skipaðu fyri í vikuskiftinum, sigur Reni Heimistovu seg hava gjørt tankarnar til veruleika. Frá at hava verið eitt abstrakt hugskot, sum hon hevur borið fyri seg sjálva, er hugskotið nú blivið ítøkiligt. Á hendan hátt heldur Reni Heimistovu sjálv, at betri útlit eru fyri at hugskotið nú verður til veruleika.  

 

Endamálið við tiltakinum var, fyrst og fremst, at hjálpa tilflytarum at gera teirra hugskot ítøkilig og soleiðis eisini hjálpa teimum at taka hædd fyri tí, ið hædd skal takast fyri, sum íverkseti í Føroyum. Spennandi verður nú at fylgja við, hvat fer at spyrjast burturúr øllum hugskotunum, ið komu á borðið og niður á pappírið leygardagin.

 

Tiltakið, sum gekk fyri seg allan leygardagin, hilnaðist sera væl. Ætlanin er at hetta verður eitt afturvendandi tiltak, sum Íverksetarahúsið og Útlendingastovan skipa fyri. 

 

(Tekstur: Íverksetarahúsið / iverksetan.fo)

 

(Kelda: Íverksetarahúsið / iverksetan.fo)