Formaðurin í Javnaðarflokkinum, Jóannes Eidesgaard, dugir als ikki at síggja, hví tað hevur ein so stóran skund at einskilja Føroya Fiskavirking.
?Eg haldi, at tvídrátturin í samgonguni eigur at koma Fiskavirking til góðar. Tá mann ikki er førur fyri at semjast um leistin, so eigur hetta at koma Fiskavirking til góðar. Einskiljingin eigur heldur ikki at hava ein sovorðnan skund, sigur Jóannes Eidesgaard.
Hann leggur afturat, at hann hevur trupult við at síggja, hvussu samgongan skal kunna avgreiða hetta mál við teimum ósemjum og tvídráttum, sum støðugt stinga seg upp í hesum døgum.
Formaður Javnaðarfloksins heldur eisini, at tað vera ógvuliga torført hjá nevndini í Framtaksgrunninum at gera sítt arbeiði til lítar, tá politiski myndugleikin ikki megnar at melda klárt út, hvat hann vil.
Gloyma kjarnina
Tað kom fram fyrr í vikuna, at nevndin fyri Framtaksgrunn Føroya nú fer undir fyrireikingarnar til at privatisera(einskilja) Føroya Fiskavirking. Tær næstu mánaðirnar verður eitt fyrireikingararbeiði gjørt til søluna av Fiskavirking. Selt verður undir einum, og keyparin er tann, ið bjóðar mest ? uttan mun til heimstað.
Jóannes Eidesgaard er eisini fegin um, at Fiskavirking verður seld í einum, tá hon skal seljast. Hann heldur tað vera sera týdningarmikið, at Fiskavirking sleppur at virka sum ein eind.
Í Sosialinum í gjár kom tað fram, at samgongan ikki var samd um, hvørja leið at ganga viðvíkjandi søluni av Fiskavirking. Tjóðveldisflokkurin setir sum eina treyt, at Fiskavirking verður selt um ein føroyskan Virðisbrævamarknað, men hesum tekur Fólkaflokkurin ikki undir við.
Jóannes Eidesgaard heldur, at stóru samgonguflokkarnir gloyma tann mest týdningarmikla spurningin.
?Tað sentrala í málinum er, um um føroyingar ella útlendingar skulu eiga fiskaídnaðin í Føroyum. Hesum spurninginum hevur samgongan skáka sær undan, sigur Jóannes Eidesgaard.
Hann leggur dent á, at tað hevði verið ein vannlukka, um onkur útlendingur hevði ognað sær Fiskavirking.
?Ein virðisbrævamarknaður forðar ikki útlendingum at keypa Fiskavirking. Hvat nyttar tað at tosa um fullveldi, um føroyingar ikki eiga sína egnu vinnu, sigur Jóannes Eidesgaard.
Viðvíkjandi hesum spurninginum saknar Jóannes Eidesgaard eitt kjak á politiskum stiði.
?Skulu vit broyta tað soleiðis, at Fiskavirking ikki bert verður selt til hægstbjóðandi, so mugu viðtøkurnar fyri Framtaksgrunnin broytast, og hetta er ein politisk avgerð. Vit síggja fegnir, at kjakast verður um hetta í løgtinginum, sigur Jóannes Eidesgaard.
Gongur væl
Formaður Javnaðarfloksins fegnast eisini um, at tað gongur so mikið hjá Fiskavirking, sum tað ger í løtuni.
?Tað spuruttar av motivatión, tá tú kemur inn á eitt flakavirki í Føroyum, og tað gongur væl hjá teimum, og hetta kastar nógvar pengar av sær, sigur Jóannes Eidesgaard.
Hann heldur seg eisini til sítt í spurningi um, hvør eigur at eiga og ikki.
?Tað snýr seg um at fáa tað at fungera, ikki hvør eigarin er, sigur Jóannes Eidesgaard, sum leggur afturat, at Fiskavirking virkar ógvuliga væl í løtuni.
Hann heldur samstundis einki um tosið, at politikarar ikki skulu blanda seg í hesum avgerðini vera fullkomiliga burturvið.
?Alt hetta tosið um, at politikarar ikki skulu blandað seg er hyklarí, tí hetta eru spurningar, sum hava sera stóran fyri samfelagið, sigur Jóannes Eidesgaard.
Gegni ein spurningur
Formaður Javnaðarfloksins heldur eisini, at gegni hjá serliga formanninum fyri Framtaksgrunnin kundi verið ein áhugaverdur spurningur at reist. Hann heldur, at spurningurin mestur er hóskandi fyri nýggja løgmálaráðið.
?Hann (Niels W. Poulsen, blðm.) er partur av einari fyritøku, sum umboðar fyritøkur, ið væl kunnu hugsast at vera millum keypararnar av Fiskavirking, sigur Jóannes Eidesgaard.
Niels W. Poulsen sigur við Sosialin, at tað ikki er nakar reellur trupulleiki, tí hetta er nakað, ið advokatar fáast við hvønn dag. Hann leggur kortini afturat, at hann ikki vil vera formaður fyri ein hvønn prís og vísir á, at formaðurin kann vera skiftur út, men prosessin eigur kortini at vera hildin.