Leygardagin verður sannur hátíðardámur í Gøtu, tá ið standmynd loksins verður reist at heiðra Trónd í Gøtu
Hátíðarhaldið í sambandi við avdúkingina verður klokkan 14, og fara Føroya løgmaður Jóannes Eidesgaard og Føroya biskupur Jógvan Fríðriksson at røða. Tað verður Oddfríður Gregersen, ið fer at avdúka standmyndina, ið Hans Pauli Olsen listarmaður hevur evnað til.
Lagt verður annars fyri við skrúðgongu frá Gøtugjógv longu klokkan 13. Børn og vaksin ganga skrúðgongu í víkingaklæðum og føroyskum búna. Børn fáa fløgg og limirnir úr Boys in a Band luttaka. Øll eru vælkomin at luttaka, eisini tey, ið ikki hava víkingaklæði ella føroyskan búna.
Eftir hátíðarhaldið verður boðið til drekkamunn, og klokkan 17 verður konsert í Gøtu kirkju við nýskrivaðum verki eftir bretan Gavin Bryars. Tey, ið framføra eru Aldubáran, Eivør Pálsdóttir, Rúni Brattaberg og Eystanljóð.