Jóannes varð skeivt endurgivin

At tíðindastovan Ritzau um vikuskiftið endurgav Jóannes Eidesgaard hevur enn eina ferð skapt rumbul í fullveldismálinum

Ein skeiv yvirskrift skapti um vikuskiftið rumbul í fullveldismálinum. Burturúr samrøðu við Jóannes Eidesgaard gjørdi tíðindastovan Ritzau eina niðurstøðu um, at meiriluti ikki er í løgtinginum fyri sjálvstýrisætlan landsstýrisins.

Henda niðurstøða varð vald til yvirskrift, ið ljóðaði »Intet flertal bag færøske forhandlinger um suverænitet«.

Yvirskriftin gjørdi Høgna Hoydal, landsstýrismann í øðini, við tí úrsliti, at hann setti seg at skriva Jóannesi Eidesgaard eitt bræv, har hann heitti á hann, um at gevast við at siga ósannindi um fullveldismálið og at villeiða danir.

Samrøðuna við Jóannes Eidesgaard hevði føroyska Randi Mohr, sum umboðar Ritzau í Føroyum skrivað, men hon hevði ikki skrivað nevndu yvirskriftina. Hon var broytt á Ritzau í Danmark, áðrenn hon fór út til miðlarnar.

Randi Mohr heitti á Ritzau um at broyta yvirskriftina, og hevur tíðindastovan nú tikið greinina aftur og sent nýggja út, við yvirskriftini »Der er flertal, men ikke bredt«

Jóannes Eidesgaard sigur seg fegnast um, at mistakið er rættað av rætta viðkomandi, so hann sjálvur slapp undan at fara út í miðlarnar at rætta yvirskriftina. Tá hevði vandin nevniliga verið, at enn meiri rumbul kom í.

Jóannes Eidesgaard heldur tað ikki vera ráðiligt at gera stórvegis viðmerkingar til brævið frá Høgna Hoydal, sum hann í ávísum førum fer heldur langt.