Jóannis rakti flestar dúgvur

I dýrdarveðrinum leygarmorgunin møttust 10 skeet skjúttar á skjótibreytuni hjá Sunda byrsufelag við Norðskála.

 

Skjótast skuldi fyri fyrstu ferð ein Cup-kapping í skeet í Føroyum. Hetta merkir, at menn mugu verða beinraknir frá byrjan, ella er vandi fyri at verða koyrdur úr kappingini. Kappingin var í fýra umførum, har 10 skjúttar vóru við í fyrsta umfari. Til annað umfar verða tveir soldaðir frá og til triðja umfar eru bara fýra skjúttar. Fjórða og seinasta umfar er finalu umfarið, har Jóannis Joensen frá Sunda Byrsufelag bleiv fremstur við 85 dúgvum av 100 møguligum, skrivar felagið í tíðindaskrivi.

 

Í hesum grindamótmælistíðum, har føroyingar verða lagdir undir at vera bæði eitt og annað, so kann viðmerkjast, at talan er ikki um livandi dúgvur!

 

Úrslitini vóru hesi:

 

1.Jóannis 23+20+20+22=85

2.Sámal 19+19+19+11=68

3.Eirikur 13+16+16+18=63

4. Jónstein 14+17+18+17 =66

5. Robert 19+14 =33

6. Ragnar 17+16 =33

7. Johnhard 14+16 =30

8. Hávard 14+12 =26

9. Dorian 13 =13

10.Alex 6 =6