Jóansøkufestivalurin skal rokka

Vit hava leita eftir góðum livebólkum at spæla á festivalinum í ár. Okkara ætlan er, at fólk, sum kemur á festivalin, fær ordiliga góðar konsertupplivingar av høgari góðsku, sigur Dennis Holm fyriskipari av Jóansøkufestivalinum..

Vit kunnu í dag avdúka tvey av høvuðsnøvnunum á Jóansøkufestivalinum, Andrew Strong og Carpark North. Tað var ein væl nøgdur fyrireikari, ið vit fingu orð á í gjárkvøldið. Dennis Holm greiddi frá, at hesi bæði nøvnini eru ymisk og hava ymiskar málbólkar, men tey hava tað til felags, at talan er um fantastiska góðar livebólkar.


Vit hava leita eftir góðum livebólkum at spæla á festivalinum í ár, okkara ætlan er, at fólk, sum kemur á festivalin, fær ordiliga góðar konsertupplivingar av høgari góðsku. Vit eru sera glað fyri, at hava fingið ein so tiltiknan góðan sangara sum Andrew Strong. Tí hansara soul og blues tónleikur, riggar væl á eini rokkkonsert. Tú verður rokkaður, og tað er viktigt, tá tú fert á konsert., segði Dennis Holm. Andrew Strong vendur sær til ein rættiliga breiðan málbólk, men tað er eingin ivi um, at tað nokk eru tey, sum eru yvir 25, ið kenna hann best.

Carpark North er eisini ein bólkur við breiðum málbólki, men eisini tey, ið eru yngri dáma bólkin væl. Hetta er ein tann besti konsertbólkurin í Danmark, og í Fuglafirði í heyst vóru fólk frá Jóansøkufestivalinum og upplivdu bólkin live, so vit vita at her er talan um góðsku., segði Dennis Holm, ið somuleiðis lat væl at fyrireikingunum.
Jónsøkufestivalurin verður frá hósdegi 22. juni til sunnudag 25. juni. Tey fyrstu 1000 atgongumerkini verða seld fyri ein serligan lægri prís.