Júst í hesari løtu fer uppteljingin í sambandi við biskupsvalið fram. Nú atkvøðurnar til biskupsvalið verða taldar upp í kjallaranum í Vesturkirkjuni í Havn letur til, at tað verður ikki neyðugt við umvali. Alt bendir í løtuni á, at Jógvan Fríðriksson hevur greiðan meiriluta.
Tað eru umleið 403 meinigheitsráðslimir, sum kunnu greiða atkvøðu til biskupsvalið, so úrslitið verður væntandi um eina lítla løtu.