Suðuroyarsiglingin
Tað er alt, sum bendir á, at Tinganes verður økisfriða.
Sostatt verður onki atløgtupláss gjørt til nýggja Smyril undir liðini á Norrønu inni á Bursatanga í Havn.
Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum hevur ikki enn tikið endaliga støðu til tilmælið um at økisfriða Tinganes út á 10 metra dýpið.
Men hann sigur, at tað liggur í kortunum, at hann fer at fylgja tilmælinum.
Tórshavnar Kommuna hevur ætlað at gera atløgupláss til nýggja Smyril uuttan á Norrønu á Bursatanga í Havn.
Men skal tað bera til, verður neyðugt at dýpa framvið Tinganesi.
Fornminnanevndin stúrir fyri, at hetta fer at elva til skaða á fornminnini á Tinganesi og hon sigur eisini, at hetta fer at vera ein fagurfrøðiligur vansi fyri økið.
Tì mælir hon til at økisfriða Tinganesi heilt út á 10 metra dýpdarlinjuna.
? Málið um friðingina hevur ferðast aftur í fram í eitt heilt ár nú, men nú er stundin komin, at ein avgerð skal takast.
Fer helst at friða
Tað er landsstýrismaðurin í mentamálum, sum hevur endaligu avgerðina og sostatt er tað fallið Jógvani á Lakjuni í lut at venda tummulin upp ella niður.
Hann sigur, at hann hevur ikki tikið endaligu avgerðina enn.
Men hann sigur, at hann hevur havt fund, bæði við Tòrshavnar Kommunu og fornminnanevndina.
Men kortini er alt, sum bendir á, at hann fer at fylgja tilmælinum frá fornminnanevndini.
? Tað vildi verið undarligt at gingið ímóti einum slíkum tilmæli frá sakkunnleikanum, heldur hann.
Hann sigur, at tí endar tað helst við, at Tinganes verður økisfriðað.
? Tað er hetta, sum liggur í kortunum, sigur hann.
Hann sigur teir hava tosað um tað í landsstýrinum og Jógvan á Lakjuni hevur eisini varhugan av, at sum heild hellir landsstýrið tann vegin, at tilmælið frá fornminnanevndini skal fylgjast. Og so má onkur onnur loysn finnast fyri nýggja Smyrli, tí so ber ikki til at gera atløgupláss til Smyril har.
Hann sigur, at hóast hann ikki tekur undir við friðingini, eru smá útlit til, at eitt atløgupláss til Smyril verður gjørd við bræði.
?Undir slíkum umstøðum hava friðingarmyndurgleikarnar myndugleika til at fáa málið útsett rættiliga leingi, tí teir kunnu krevja kanningar av ymsum slagi.
Jògvan á Lakjuni vísir eisini á, at tað fæst ikki full nytta burturúr eini ferjulegu til Smyril uttan á Norrønu, tí har er kortini so trongt, at Smyril kann ikki ligga við bryggju, tá ið Norrøna kemur, so har verða trupulleikar undir øllum umstøðum, serliga tá ið seinkingar verða í ferðaætlanini av ymsum orsøkum.