Jógvan Martin skal venja NSÍ

Hjálparvenjarin á landsliðnum verður komandi tvey árini høvuðsvenjari í NSÍ

 

Venjari


Hetta kappingarárið hevur Petur Mohr verið venjari hjá NSÍ. Í Runavík. Hóast Petur áður hevur verið styttri og longri tíðarskeið í Runavík, so gjørdist steðgurin hjá honum ikki so drúgvur hesaferð. Eftir bert eitt ár, tykjast partarnir nú vera samdir um at steðga samstarvinum.


Nýggjur venjari hjá runavíkingum verður Jógvan Martin Olsen, sum hevur skrivað ein tvey ára sáttmála við NSÍ. Jógvan Martin er annars best kendur fyri leilut sín sum hjálparvenjari hjá landsliðsvenjaranum, Allan Simonsen, seinnu árini.

Tað er tó ikki bert sum hjálparvenjari, at Jógvan Martin hevur fingið tær royndir, sum hann komandi tíðina skal oysa av til runavíkingarnar.

Hóast Jógvan Martin ikki hevur tær heilt nógvu royndirnar sum venjari í bestu føroysku deildini, so er tað ongan hátt ein óroyndur harri, sum komandi árini skal standa við stýrisvølin í Runavík. Einasta skeiðið, hann hevur vant 1. deildarleikarar her heima var í 1996, tá hann tók yvir í B68, eftir at Christian Traneberg annars byrjaði árið sum venjari.

Undan hesum hevði Jógvan Martin verið venjari hjá LÍF, haðani hann millum annað tók Hans Fróða Hansen við sær til B68, og síðani 1994 hevur hann havt ábyrgdina av U-16 landsliðnum, umframt at hann í dag hevur høvuðsábyrgdina av øllum U-landsliðunum hjá FSF.

Hvussu verður við starvinum, sum hjálparvenjari á landsliðnum, tykist ikki vera greitt í løtuni. Jógvan Martin hevur annars røkt hetta síðani 1996, men sum nevnt aðra staðni í blaðnum, so er landsliðsvenjaraspurningurin enn ikki avgreiddur. Hjálparvenjarastarvið er ofta nær tengt at hesum, so hvussu verður við hesum partinum av yrkinum hjá Jógvan Martini tykist óvist.