19 ára gamal fekk Jákup Lützen úr Havn møguleika at koma til audition at sleppa inn á Konservatoriið í Keypmannahavn, og tann møguleikan tók hann.
- Eg spældi tá á violin, og tað var mest sum av tilvild, at eg skifti til bratsj, sigur Jákup Lützen.
Hann hevur gingið trý ár á batchelor og gongur nú á øðrum ári á kandidatútbúgving.
- Eg verði liðugur í summar við kandidatútbúgvingina. Tá ber so til at halda fram á soloútbúgvingini, sum tekur tvey ár, sigur Jákup Lützen.
Hann byrjaði sum nevnt sum violinspælari, men hevur síðani skift til at spæla bratsj.
- Vit vóru fýra føroyingar, sum gjørdu eina kvartett, men so var tað jú tað, at vit vóru tríggir violinspælarar og cellospælari. Og til eina kvartett krevst tveir violinspælarar, ein cellospælari og ein bratsjspæladi, sigur Jákup Lützen.
Tey hugsaðu sum so, at tey trý, sum spældu violin, kundu skiftast at spæla bratsj.
- Men tað vísti seg, at bæði hvat ljóði og tempramenti viðvíkti passaði tað mær betri at spæla bratsj. Ljóðið er heldur djúpri og tað passaði mær væl, sigur Jákup Lützen.
Men tað er sjálvandi ikki bara sum at siga tað at skifta ljóðføri.
- Hetta var eini tvey ár eftir, at eg var byrjaður á konservatoriinum, og ljóðførini eru ikki heilt so ólík. Tað hevði verið verri, um eg skuldi skift frá violin til harpu, sigur Jákup Lützen.
Audition
Í fjør heyst beyðst so møguleikin at fara til audition hjá heimskenda Gustav Mahler Jugendorchester.
- Tað er ein kjakan um, hvørt hetta er heimsins besta orkestur, tí tað eru eisini tey, ið halda, at EU-orkestrið er tað besta í heiminum. Í hvussu er verða bæði roknað sum verandi millum heimsins bestu, sigur Jákup Lützen.
Hann var til audition 24. oktober, men tað var ikki fyrr enn í januar, at hann fekk tey gleðiligi boð, at hann var upptikin í Gustav Mahler Jugendorchester.
- Audition fór fram í 22 londum um allan heim og í øllum størri býum, so sum París, London og St. Petersburg. Tilsamans vóru út við 3000 tónleikarar til audition til tey í alt 87 plássini í orkestrinum, sigur Jákup Lützen.
Eingin føroyingur hevur áður fingið pláss í Gustav Mahler Jugendorchester, og Jákup Lützen veit bert um einar tveir danir, ið hava fingið hendan heiðurin.
- So tað má roknast sum nakað út yvir tað vanliga at sleppa við í hetta orkestrið, sigur Jákup Lützen.
Hetta er ikki eitt professionelt orkestur sum so, og tónleikararnir fáa ikki pening fyri at sæla við í orkestrinum.
- Tað er heldur ikki tí, at eg fór til audition, men heldur fyri tær upplivingar, sum orkestrið bjóðar sínum tónleikarum, sigur Jákup Lützen.
Uppliva tað størsta
Tað er einaferð um árið, at audition er til hetta orksetrið, og aldursmarkið er 26 ár.
- Hetta merkir, at eg komandi árið eri við í Gustav Mahler Jugendorchester, og so kann eg sjálvandi fara til audition aftur í heyst, sigur 24 ára gamli Jákup Lützen.
Og tað eru stórar upplivingar, sum liggja og bíða fyri framman.
- Tað eru tvær turneir um árið, ein verður nú í mars og so ein í august. Á turneini í mars vitja vit Lissabon, Barcelona, París, Bratislava, Wien, Zagreb, Interlagen, Birmingham og Aixenprovince, og í Wien skulu vit spæla í Musikverein tónleikahúsinum, sigur Jákup Lützen.
Orkestrið, sum hevur støð í Wien, hevur kenda svenskaran, Herbert Blomstedt sum dirigent.
Hann er ein legenda, og eg gleði meg at sleppa at spæla undir hansara leiðslu, sigur Jákup Lützen.
Hann gleðir seg ikki minni til summarturneina, sum verður í august.
- Eg havi skilt á lagnum, at vit tá skulu spæla í víðagitnu Albert Hall í London, so tað eru spennandi upplivingar, ið liggja fyri framman, sigur Jákup Lützen.
Ikki heim enn
Ungi føroyingurin verður sum nevnt liðugt útbúgvin í summar, men ætlanin er ikki at venda nøsini heim eftir beinanvegin.
- Eg ætli mær at søkja um at sleppa við í okkurt av stóru orkestrunum, og tá telur tað nógv, at hava Gustav Mahler Jugendorchester á cv'inum, sigur Jákup Lützen.
Hann heldur ikki, at tað liggur fremst fyri, at koma heim til Føroya at undirvísa.
- Vit hava eitt symfoniorkestur í Føroyum, men tað er á amatørbasis, so tað kann eg ikki brúka til so nógv. Tað hevur onkuntíð verið ført fram, at eitt starv kundi verið at undirvíst tveir triðingar av tíðini, meðan so seinasti triðingurin kundi verið løn frá symfoniorkestrinum. Tað hevði so verið ein máti at gjørt tað upp á, sigur Jákup Lützen.
Men hóast honum dámar sera væl í Føroyum, ætlar hann at royna kreftir við okkurt stórt orkestur úti í heimi fyrst.
- Tað kann verða hvar tað skal verða. Tí sjálvt um mær dámar væl at undirvísa, og sjálvt um mær dámar væl í Føroyum, so havi eg hug at royna hitt fyrst, sigur Jákup Lützen.
Hann sigur, at tað í løtuni ganga einir sjey-átta føroyingar á konservatoriinum í Keypmannahavn.
- Tey eru øll sera dugnaligir tónleikarar, og vit halda væl saman eisini, sigur Jákup Lützen, ið sum fyrsti føroyingur er sloppin upp í heimskenda Gustav Mahler Jugendorchester.