Jólakonsert við Eivør og Teitur

Teitur og Eivør fara í ár at skipa fyri konsert, har jólagleðin- og hýrurin verða sett í fremstu røð. Tað boða fyrireikarar frá í kvøld.

 

Konsertirnar verða hildnar í fabrikkini hjá Østrøm 22. desembur kl. 19 og 22. Fyrra konsertin er serliga ætlað familjum við børnum.

 

Hetta er fyrstu ferð, at Eivør og Teitur hava jólakonsert saman. Eivør hevur júst givið út nýggja fløgu, ið er sera væl móttikin. Eivør og Teitur eru bæði nýliga heimafturkomin á klettarnar eftir drúgva konsertferð. Tey bæði fara at framføra egin løg við strúkarakvartett í nýggju hølinum hjá Østrøm, ið verða jólaprýdd til tiltakið. Eisini fara tey at syngja jólasangir saman við stuttligum gestum. Harumframt verður barnakór, ein jólamaður, barr við jóla-disking, gløgg, øl, og enntá vafflur, ið omma Eivør hevur lovað at baka.

 

Atgongumerki eru at fáa hjá Østrøm, TUTL og á ebillet.fo.